Skip to main content

Tríggjar góðar, og so skal Sjónvarpið hyggja frameftir.


Altso, dett roks, hugsaði eg í morgun. Tað er sum í sanginum um regn, men bara um roks í staðin. Roks og roks og aftur roks. Ikki tí, Kringvarpið hevur oppað seg við einstøkum framúr góðum sendingum í seinastuni, og eini heimasíðu, sum tykist greiðari at leita í og breiðari at velja úr. Tær, ið skara framúr eru kvinnusendingarnar hjá Sissal Kampmann um livikor hjá kvinnum, sum arbeiða við list. Kvinnulist eru sjáldsama góðar sendingar, har verturin týðuliga hevur lært seg at tosa í mikrofon og gevur sær stundir at fylla rúmið við dynamikki frá vælvaldum fólkum, serliga Hansinu Iversen, í einum ljóðrúmi, sum bara hevur mikrofon sum amboð, og so ein bankaráðgeva sum botnperspektiv. Einki annað. Og so slettis ikki upplestur úr frammanundan skrivaðum pappíri. Tað er ein deyðssynd í livandi útvarpi til almenningin. Eisini tá teir gomlu gubbarnir av kallkyni fáa fría talutíð í øðrum sendingum. Gott, hetta.


Hin sendingin, ið er komin upp í somu snúningsferð er Afturáaftur, har Øssur Winthereig prátar dynamiskt við en gest, sum hann kallar medvert. Eri ikki heilt við uppá hatta við at deila leiklutin, so hann fer í helvt við tveimum vertum, men prátið hevur eitt fínt dreiv, krøkir í tíðindabløðini og tað, sum hent er í vikuni. Livandi og nærverandi sending, serlig spennandi tá fólk, eg ikki kenni, eru við. Meir krevji eg ikki av eini tímasending upp undir vikuskiftið. Frálíkt uptempo og frálíkt rúm á heimasíðuni við beinleiðis webadressu á sendingini.


Triða Kringvarpssending, ið hevur rós uppiborðið er hin hjá Gutta Winther, Dáva Djurhuus og Jónfinni Stenberg um saltfisk í Spania, Fisk & skips. Í mun til heimliga og frálíkt inneftirlítandi Spískamarið er hetta ein altjóða floygd sending, sum vágar sær at spæla, ikki bara við tøknini, men eisini við høvuðsleikaran, sum dekan fari dugir spanskt, og saman við øllum teim fólkum, hann møtir á saltfiskatúrinum, at fáa prekerar støður at uppstanda. Prekerar støður. Djarvt, vitugt, stuttligt og fyri hyggjaran upplýsandi. Eftir krimpvarpið í morgun hava tit nógv at læra, tit Kringvarpsfólk, ið gera sendingar. Tað er so vist og sætt. Einki er sum skiftandi leistir at gera gott, gamaldags útvarp og sjónvarp eftir. Tað er handverk fyri fólkið. Og lurtarin er eitt slag av fólki, just sayin'. Hesi trý dømi eru beint nú tey bestu: Kvinnulist og Afturáaftur í Útvarpinum og Fisk & skips í Sjónvarpinum. Og so haldi eg at Sjónvarpið skal hyggja frameftir og aldri aftureftur. Sparið okkum fyri tað. Nú er nokk av gamlari ull. Tað er Útvarpið, sum fyllir 60, ikki Sjónvarpið.