Skip to main content

Submergence frumsýndur 7. desember


Norðurlendska filmsfelagið, Scanbox, sigur frá, at tey hava tryggjað sær rættin at leiga nýggja filmin hjá Wim Wenders, Submergence, til biografar í Norðurlondum. Frumsýning á okkara leiðum, tað vil siga í Danmark, Føroyum og Grønlandi, er sett til 7. desember.

Lyklaorðini, sum eru knýtt at lýsingatilfarinum um filmin, eru drama, romantikkur, thriller.

Ein partur av filminum varð tikin upp eftir ólavsøku í fjør í sjónum við Tindhólm, har Hans Tórgarð fær tann heiður, at verða fyrsti føroyingur, ið sleppur at tala í einum Wendersfilmi. Við Gásadal sæst eisini bretska superstjørnan Charlotte Rampling í haganum.

Eftir upptøkurnar hitti eg Wim Wenders og tók eina røð av myndum, millum aðrar hesa.


Givið er, at Wim Wenders, 71, er mest spennandi filmsleikstjóri, ið nakrantíð hevur verið og nakrantíð fer at koma til Føroya, og fer at hugsa eitt filmsføroyskt frásøgusnildi, tað er grøna litin í summargrasi, inn í ein altjóða film.

- Bara soleiðis kompositoriskt í allari oyðimarkargongdini. Lívgevandi grønt á eini planet, sum er hótt av turki og yvirgangi, sum hann segði.

Og boð eru sanniliga eisini eftir leikarunum í komandi filminum hjá Wenders.

Submergence er fjórði filmur, sum kvinnuligi høvuðsleilkarin, 28 ára gamla Alicia Vikander úr Svøríki er við í, og fimti filmur, sum 71 ára gamla bretska superstjørnan Charlotte Rampling er við í bara í ár.

Vikander er eisini við í Tulip Fever, svenska Euphoria, har Charlotte Rampling eisini er við, og í fyrsta bosniska animatiónsfilmi, Birds Like Us. Næsta ár skal Alicia Vikander spæla Lara Croft í einum nýggjum Tomb Rider filmi.

Charlotte Rampling er í ár eisini við í filmunum The Sense of an Ending, Valley of the Gods, The Whale og sum nevnt í svenska Euphoria. Næsta ár er Charlotte Rampling við í amerikanska njósnarafilminum Red Sparrow. 

Handan filmsheitið The Whale er 35 ára gamli italski leikstjórin Andrea Pallaoro. Hann býr í Los Angeles og hevur vunnið virðislønir í Venezia, Tibilisi, Marrakech og Palm Springs. The Whale leggur seg í kjalarvørrin á filminum 45 Years, og er um ridlandi samleika og minni í einum aldrandi parlagi. The Whale er tikin í Brússel, Ostende og Róm. Her er fyrsta myndin av Charlotte Rampling, sum er leysgivin úr filminum The Whale.


Submergence hjá Wim Wenders er triði filmur, sum 38 ára gamli James McAvoy úr Glasgow medvirkar í í ár. Hann er mannligi høvuðsleikarin í filminum. Hinir filmarnir eru Split og Atomic Blonde, sum eisini kallast The Coldest City.

Næsta ár er McAvoy við í tveimum filmum við longum heitum: Gnomeo & Juliet: Sherlock Gnomes og X-Men:The New Mutants. 

Baskiska Euskadi Orkestra spælir tónleikin í Submergence, sum er eftir Fernando Velázquez. Upptøkurnar eru gjørdar í Miramón í San Sebastián í Gipuzkoa innast í Biskaiavíkini.


Stjóri í norðurlendska filmsleigufelagnum, Scanbox, er íslendski Sigurjón Sighvatsson. Scanbox varð stovnað í 1980 og hevur høvuðsskrivstovu í Keypmannahavn. Umboðsskrivstovur eru eisini í Oslo, Stockholm, Göteborg og Helsingfors.

Filmsfelagið og Havnar Bio ætla at vísa Submergence so skjótt, hann er tøkur, helst 7. desember í ár.