Mentanarnáttina 2. juni og leygarkvøldið 3. juni kl. 19:30 fer Tórshavnar Big Band á pallin undir heitinum Minnist tú enn í Norðurlandahúsinum. Tað er íslendski saksofonleikarin Sigurður Flosason, sum sæst omanfyri, ið stjórnar stóra førosyka orkestrinum við meistarligari hond, eins og hann fyrr hevur gjørt, tá Sinatra konsertin var á sama stað í fjør. Myndin er tikin undir venjing í hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð, tá formaðurin í Tórshavnar Big Band, Eirikur Skála, eisini bjóðaði rullukøku.
Í ár er Suni Merkistein frásøgumaður. Í 2010 gjørdi hann væl umtóktu sendirøðina Minnist tú enn. Sjónvarpsrøðin lýsti, hvussu rútmiski tónleikurin av fyrstan tíð kom fram í Føroyum miðskeiðis í fimmtiárunum, hvør spældi hvat og hvat tónleikurin bygdi á. Fyrr í ár fekk Suni Merkistein móðurmálsvirðislønina fyri gott útvarps- og sjónvarpsarbeiði og megnaravrik innan ítróttarfrásagnir, eisini í bókum. Myndin er tikin í Løkshøll, tá Suni fekk virðislønina á føðingardegi Hammershaimbs, 25. mars, sum er árligur móðurmálsdagur.
Sangsolistar á Big Band konsertini Minnist tú enn eru Sámal Ravnsfjall, Kristina Skoubo Bærendsen, Guðrun Sólja Jacobsen, Signar í Homrum og Carlsen systrarnar. Magnus Johannessen hevur sett løgini út fyri orkestrið.
Fyrireikararnir siga, at hetta er ein konsert í veruligum serflokki, har orkestrið framførir vælkendar føroyskar perlur saman við nøkrum av føroya bestu sangarum. Harumframt verða forkunnugar myndir og filmsbrot varpað á stórskíggja, siga fyrireikararnir.