At fylla 90 ár og hava givið út næstan 12.000 avísir á avmarkaða føroyska marknaðinum og enn gera seg galdandi í einum trongdum miðlaveruleika, er eitt ódnartak uttan líka.
Var á gólvinum í Miðlahúsinum seinrapartin, uttan myndatól, so myndin er funnin fram heima á loftinum í kvøld.
Og hon, myndin, skal verða heilsan til tykkara á 90 ára degnum, og ein tøkk fyri at sleppa at vera við, tá Turið Kjølbro og eg sluppu at ritsjórna Vikuskiftisblaðnum, sum varð lagt inn í fríggjadagsútgávuna í Sosialinum árini 2000 og 2001. Tað minnist eg aftur á við stórari gleði, eisini í dag, tá eg blaði gjøgnum allar útgávurnar.
Ikki er tað sørt, at eg haldi tær verða tíðarleysar og, sum blaðingin líður, nakað av tí besta, sum er komið út á føroyskum. Men, har eri eg innhabilur og má halda gák.
Immervekk, til lukku við stóra degnum, Sosialurin, og takk fyri stutta tørnið, sum var!