Skip to main content

Borgarstjóraketu til Anniku


Á hátíðarligari samkomu í Ráðhúsinum hjá Tórshavnar kommunu, fekk borgarstjórin, Annika Olsen, í dag eina borgarstjóraketu úr silvuri. Ketan, sum hevur drúgva søgu, er gáva til Tórshavnar kommunu frá SMS í Havn.


Jógvan Sverrason Biskopstø (f. 1970), sum hevur gjørt borgarstjóraketuna, er úr Havn, og er upprunaliga útbúgvin húsasmiður og bátasmiður. Síðan er hann útbúgvin framleiðsusniðgevi á Danmarks Designskole, hevur gingið á privata listaskúlanum hjá Hans Chr. Høier, og árini 2003-2005 nam hann sær listaliga útbúgving í Hangzhou í Kina á China National Academy of Art.

Jógvan, sum altíð hevur fingist við handaligt arbeiði, fór í 2014 undir at gera eina silvurketu fyri SMS í Havn. Ketan, sum Tróndur Patursson upprunaliga fekk til uppgávu, er gjørd úr silvuri, kallað Ag 935, ið er standard silvur, ið er serliga gott at gera prýðislutir úr.

Hugsanin hjá listamanninum er, at borgarstjórin í Tórshavnar kommunu ber silvurketuna um akslarnar við hóskandi hátíðarlig høvi.

Í listaligum arbeiði søkir Jógvan fyrst og fremst hina livandi linjuna, men arbeiðir eisini í kontrastum. Sum í førinum við Piðiknívinum (2000) finnur hann íblástur í gamlari handverkarahevd, men hugsar so nýggjan funktionalitet og estetikk inn í lidna verkið.


Soleiðis er eisini við Borgarstjóraketuni (2017). Jógvan leitaði í søguni, og fann fram brúksamboðini held og homluband, ið bæði vóru rund og úr føroyskum uppruna. Hann gjørdi skitsur, toygdi tilfarið og stoypti, og valdi heldina, sum støði at gera eina ketu til hetta endamál.


- Avbjóðingin varð at stoypa silvurtilfarið so tunt, sum eg vildi, til tess at fáa eitt úrslit, ið ikki var ov tungt, og samstundis hekk væl saman sum ein natúrlig keta, og hevði ein greiðan grafiskan tekstur av horni í hvørjum ringi, sum verður savnaður sum ein held, sigur Jógvan um drúgvu arbeiðsgongdina. Myndirnar omanfyri tók eg í verkstaðnum í Per Mohrs gøtu í Hoyvík.


- SMS fyllir fjøruti ár, og vit hildu, at vit sum fyritøka í Havn skuldu nýta høvið at geva kommununi eina virðiliga gávu, ið eitt listafólk fekk frítt høvi til at mynda, sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS.

- Fyri langari tíð síðan hava vit samskift við leiðsluna í kommununi um, hvat listaliga gávan skuldi verða, og valið fall skjótt á eina borgarstjóraketu, sigur Niels, ið er fegin um lidna avrikið hjá Jógvani.


Annika Olsen, borgarstjóri, takkaði fyri gávuna og segði, at borgarstjóraketan fór at fáa eitt virðiligt pláss, og fór at verða brúkt til hóskandi høvi, tí byrðar skulu berast av fleiri.

Hetta er fyrsta ólavsøka hjá Anniku Olsen sum borgarstjóri í Havn. Á kommunvalinum 8. november í fjør varð hon vald við 332 atkvøðum á listanum hjá Fólkaflokkinum, sum tilsamans fekk 1659 atkvøður, meðan Javnaðarflokkurin fekk ikki færri enn 4764 atkvøður, har størri helmingurin, 2506, fóru til Heðin Mortensen. Tjóðveldi fekk 3378 atkvøður tilsamans.


- Hetta var ein spennandi avbjóðing, serlig at finna eitt nýtt skap og at loysa uppgávuna við at fara í okkara egnu náttúru og søgu, til tess at koma við einum nýggjum úrsliti í staðin fyri at gera eitt fremmant kopi, sigur Jógvan Sverrason Biskopstø, nú Borgarstjóraketan er liðug og handa Tórshavnar kommunu.