Skip to main content

Atgongumerkjasølan byrjað!


Í dag er atgongumerkjasølan til frumsýningina hjá Filmsfelagnum av fyrsta filminum hjá Sakarisi Stóra í spælifilmslongd Dreymar við havið byrjað. Longu nú fáast atgongumerki á netinum og frá klokkan 14 í dag, tá biografurin letur upp, fáast atgongumerki eisini við skivuna.

Á heimasíðuni hjá biografinum verður sagt soleiðis um filmin:

Ester (Juliett Nattestad) býr í lítlu bygdini við havið, hon gongur í sunnudagsskúla, keðir seg og onki hendir. Alt hetta broytist tá Ragna (Helena Heðinsdóttir) flytur til bygdina. Gjøgnum Ragnu letur ein nýggjur heimur seg upp, ein heimur uttan mørk. Men Ragna hevur trupulleikar at dragast við, og Ester lærir skjótt, at frælsi og val hava avleiðingar. Saman droyma tær um at sleppa burtur, men gera sær ikki rættiliga far um, hvat tær flýggja undan, ella hvagar tær skulu fara.

Umframt almennu frumsýningina í Filmsfelagnum, mikudagin hin 6. september kl 20, eru seytjan sýningar lýstar í sýningarskránni hjá Havnar Bio. Eins og galdandi er fyri allar sýningar hjá Filmsfelagnum, eru tær sýningarnar eisini opnar og almennar.