Skip to main content

Ómegd á Tjóðpallinum


Tað verður fyri fullum húsum, tá Tjóðpallurin leygarkvøldið 9. september klokkan 19 byrjar veturin við 43. leikverki, ið hevur fingið heitið Ómegd. Grafiski plakatstílurin er svartur og hvítur, og pallmyndin er at síggja til eins strong og stringent. Hansina Iversen hevur staðið fyri pallmyndini.


Ómegd er ein nýskrivaður leikur eftir Kristinu Sundar Hansen, ið byggir á veruligu søgurnar hjá tveimum kvinnum og einum manni, um tíðina í einum harðskapsraktum parlagi og um, hvussu tey funnu vegin út. Soleiðis skrivar Tjóðpallurin á Instagram.


Leikarar eru Gunnvá Zachariasen, Kristina S. Ougaard og Hans Tórgarð.


Í tíðindaskrivi í morgun verður sagt, at leikurin er ein remediering, tað er ein endurnýtsla av innihaldi, sum er tikið úr einum miðli og flutt í ein annan, í hesum føri úr eini bók og einum blaði, sum aftur byggir á samrøður. Tað var í 2013 at Súsanna O. Skaale savnaði fimm frásagnir í Kvinnuhúsinum, sum komu út í bók Um bara hann sló meg. Tvær av hesum frásagnunum eru tiknar við, og søgan, sum maðurin í leikinum Ómegd sigur frá, byggir á eina grein í nýggja íslendska blaðnum Stundin frá desember 2015. So ikki kann sigast annað enn at tað er ein fleirmedial framførsla á Tjóðpallinum leygardagin 9. september, tá útselt er. Eftir frumsýningina eru sjey sýningar settar á skrá, hin seinasta 17. september. Á svørt-hvítu pressumyndini niðanfyri síggjast frá vinstru Hans Tórgarð, Hansina Iversen, Jenny C. Petersen, Barbara Hentze í Stórustovu, Súsanna O. Skaale, Kristina S. Ougaard, Kristina Sundar Hansen og Gunnvá Zachariasen. Øll eru tey hópurin handan nýskrivaða leikin Ómegd.