Í morgun spurdi ein vinmaður meg, um tað yvirhøvur var tørvur á nøkrum slag av satiru í okkara brúkarastýrdu tilveru.
- Er tað ikki so einfalt, at tá eitt samfelag flýtur yvir av hunangi og róma, so gerst einki stuttligt? Øvundsjúka og illgrunasemi um grannarnar og onnur, sum ger, at pláss er ikki fyri satiruni, er tað ikki so?
- Tú meinar at vit líða av ótálmaðari sjálv-feit-ismu, spyrji eg.
- Nemmeliga, svaraði hann. Tað er akkurát tað.
Eftir at hava grundað yvir henda stutta dialog í allan dag, datt svarið í postkassan í kvøld.
Ein knallertspitari í túninum, lokið upp og eitt tjums niður í plastkassan.
Ein posi við tilboðsbløðum, okkurt fjalt sum redaktionell tíðindi at lesa, men í einu brosjúruni freistist eg sjálvur sum ónøktað brúkaradýr, opið fyri allari merkantilismu, nú tað styttist til fagnað handilsfrelsarans:
Ein reyður postmaður fyri 599 krónur og 95 oyru, og ein apa úr royktari eik fyri 899 krónur og 95 oyru. Tilsamans 1.499 krónur og 90 oyru. Fyri ta upphæddina vil eg hava ein reyðan postmann og eina roykapu. Skuldi eg funnið uppá at ivast, so uggi eg meg straks við, at 25 krónur fara til Julemærkefonden. Tað er ein góð gerð. Eg síggi longu jólastørnurnar í eygunum á gentuni við svávulpinnunum. Gev mær tvær apur og tveir reyðar postmenn, so verður gleðin tvífald.
- Takk. Tað verður tveytúsundníggjuhundraðogníggjuhálvfemsogfýrsoyru.
Pling.
Í morgin fari eg á skeið um Luther, og hví hann bleiv so óður fyri fimmhundrað árum síðan, tá hann møtti einum handilsmanni, ið bara vildi huga kundanum. Kundanum, sum altíð er í sentrum, og bara vil skrúða seg upp við skrúði, sum hann veit, er tað bera stakkalastás, men beint nú er tað bara so gott fyri keypitrongd og havisjúku. Og hví ikki? Eg gevi jú eisini ein skilling til jólamerkið og alt tað, sum jólini standa fyri, tey eru jú longu byrjað.
Faktiskt skilji eg hann heilt væl, sølumannin, ið bara vildi selja Luther og øllum heiminum avlát eitt lítið bil fyri ein evarska jarðiskan dála hesumegin.
Hvat tá. Hetta varð eitt gott keyp.
Ein apa og ein reyður postmaður.