Skip to main content

Yngsta drotning í Cunard flotanum


Yngsta drotning í flotanum hjá Cunard Line er Queen Elizabeth. Hon varð umbiðin á stóru italsku skipasmiðjuni Fincantieri í Tríeste í 2007, og varð liðugt smíðað í 2010.


Hon er í løtuni skrásett í Hamilton á Bermuda, er 294 metrar til longdar, telur 16 dekk og tekur 2.547 ferðafólk. Fleiri teirra sóust í skotunum í Havn í dag, millum annað úti á Reyni, har Reyngøta, Rektaragøta og Gongin krossast, sum myndin niðanfyri vísur.


Her eru nøkur teirra á Skinnaraskeri, uttanfyri Rasmusarbrúgv, sum helst er elsti bryggjukantur í landinum. Øll eru tey púra bitin av litføgru húsunum og trongu skotunum í Havn. Yvirskipað er tað tó neyvan heppið, at fleiri stór ferðamannaskip hvørt eftir annað koma til ein so trongan stað við ørstuttum millumbili. Men ferðavinnan hevur allastaðni og til allar tíðir havt tað sum øll tey, ið selja atgongumerki: Fult er ikki eingang tá yvir flýtur. Tástani blívur tað spennandi. Tað er sum hjá katólska munkasølumanninum, Johann Teztel, fyri fimmhundrað árum síðan: "Tá avlátsdálar í kistli klinga, straks sálir úr skerseldi springa." Faktiskt var tað júst hetta, sum Luther andøvdi ímóti, tá hann fekk reformatiónina á glið. Men tað var bara á átrúnaðarliga økinum. Samfelagsbúskaparliga hava vit enn ikki havt eina reformatión. Har er enn kapitalisma til undirgangur verðurl, hvussu fitt ferðafólkini eru.


Haldi meg ikki hava sæð so nógv virksemi á vágni við bátum, sum sigla til og frá ferðamannaskipinum og inn í minsta og litríkasta høvuðsstað í verðini.


Queen Elizabeth sæst aftur úr hvørjum króki í býnum. Her úr garðinum við gomlu lærarahúsinum í Grím Kambans gøtu aftanfyri gamla handilin hjá P.A. Restorff, síðan úr Álakeri og Vágsbotni og av Skansanum.

Her sæst siglingarleiðin fyri fimtan-daga cruiseferðina, ið byrjar og endar í bretska havnarbýnum Southampton, og í dag, tólvta dagin, rakti Havnina. 


Prísdømið er fyri Queens Grill kamar, sum saman við Princess Grill kamari er í dýrasta endanum. Prísurin fyri fimtan-daga túrin er í okkara krónum 31.125 krónur. Bíligari kømur fáast sjálvandi eisini. Men eitt hava flestu ferðafólk til felags, antin tey eru japanarar ella amerikanarar á snarferð í Evropa - tey hava øll myndatól við, og eru serstakliga forvitin.