Skip to main content

Dreymar við havið gongur fyri fullum húsum


Nýggur treylari er gjørdur til filmin hjá Sakarisi Stórá Dreymar við havið. Filmurin gongur fyri fullum húsum í Havnar Bio, har eisini skúlasýningar eru fyrrapart og seinrapart. Hvør veit, kanska fer filmurin hjá Sakaris sum frá líður at ota seg inn á føroyska biograffilmsmetið, sum tjúgu ára gamli filmurin Barbara hjá Nils Malmros higartil hevur. Tann filmin hava í hvussu er 20.000 fólk sæð í føroyskum biografum. Eftir tjúgu árum.

Umframt Havnar Bio er í dag bara biografurin Atlantis í Klaksvík. sum regluliga vísur film, hóast onnur støð eru, so sum Perlan, Løkshøll, Norðurlandahúsið og Salt. Fyrr hava føroyingar gingið oftari í biograf enn skandinavar. Í Norðurlondum eru bara íslendingar, sum hava gingið oftari í biograf enn føroyingar. Innan Sjónvarp Føroya byrjaði í 1984, vóru okkurt árið 13 ymsir biografar í Føroyum. Ein teirra var í Skopun, sum avgjørt er filmsríkasti staður í Føroyum.

Dreymar við havið er boðin við í høvuðskappingina um Gylta lundan, The Golden Puffin, á New Visions á Reykjavik International Film Festival saman við 13 nýggjum filmum úr øllum heiminum, teirra millum mest spennandi íslendski filmur beint nú, Vetrarbrøður hjá Hlýni Pálmasson, og God's own country hjá bretska Francis Lee. Íslendska filmstevnan verður í døgunum frá 28. september til 8. oktober í ár. Tað var júst í Reykjavík, at Sakaris Stórá fekk fyrsta herðaklappið, tá hann í 2010 fekk talentprísin fyri fyrsta stuttfilm Passasjeren.

Undirvísingarportalurin Snar hevur seinastu árini keypt rættindini at vísa føroyskar stuttfilmar í skúlastovum. Har ber m.a. til at síggja virðisløntu stuttfilmarnar Passasjeren, Summarnátt og Vetrarmorgun.


Fyrsti filmurin hjá Sakaris í spælifilmslongd, Dreymar við havið, er ein inniligur ungdómsfilmur um vinarlag og leitanina eftir samleika. Juliett Nattestad og Helena Heðinsdóttir hava høvuðsleiklutirnar í filminum, Marjun Syderbø Kjelnæs skrivaði leikritið, og Fish&Film og Adomeit film hava framleitt.

Framleiðararnir eru fegnir um tey sera góðu ummæli, ið filmurin hevur fingið herheima, og hvussu væl vitjaður filmurin er í biografinum. Filmurin gongur enn í Havnar Bio, har hann varð frumsýndur fyri almenninginum. Framleiðararnir siga, at tað eisini ber til at bíleggja sersýningar fyrrapartar og seinnapartar.