Teir báðir filmarnir, sum Filmsfelagið sýnir í felag í dag, eru hin japanski Eftir illveðrið og hin finski Ljós í myrkri.
Japanski filmurin, sum viðgerð viðurskifti millum ættarliðini, er partur av røðini Eldrabio. Leikstjórin er 55 ára gamli Hirokazu Koreeda úr Tokyo, sum higartil hevur vunnið ikki færri enn 38 filmsvirðislænir. Í ár hava filmsummælarar á netinum, Online Film Critics Society, givið nýggjasta filminum, Eftir illveðrið, fyrstu virðisløn sum besti filmur, ið ikki er amerikanskur. Eftir illveðrið varð frumsýndur í Cannes í fjør, har hann var partur av skránni í Un Certain Regard. Hirokazu Koreeda, sum ofta tekur evni úr egnum viðurskiftum, verður lýstur soleiðis á heimsins stórstu nettænastu, Internet Movie Data Base:
"The main themes of his oeuvre include memory, loss, death and the intersection of documentary and fictive narratives."
Í røðini Eldrabio sýndi Filmsfelagið í gjár nýsælandska filmin Patriarkurin, sum Lee Tamahori hevur gjørt um tvær stríðandi maoriættir á bygd í Nýsælandi í 1960’unum. Í morgin verður nýggjasti filmur hjá 75 ára gamla Erik Clausen sýndur. Aldrig mere i morgen er danska heitið á filminum, ið er um at eldast.
Japanski filmurin Eftir illveðrið verðir sýndur á Filmsdøgum í Felag í kvøld klokkan 18:15. Lítli danski arthausbiografurin í Aarhus, Øst For Paradis, hevur útvegað japanska filmin til sýning í Føroyum.
Leygarkvøld við Aki Kaurismäki
Kjarnini í gamla Filmsfelagnum hevði ein sjáldsaman alsk til finskan film, og seinastu árini serliga til Aki Kaurismäki, sum í ár er 60 ára gamal. Nýggjasti filmur hansara, sum eisini vann leikstjóravirðislønina í Berlin í ár, verður sýndur á Filmsdøgum í Felag í kvøld klokkan 20:45. Heitið er Ljós í myrkri og hetta er enn sum áður ein stórbýarblues har mótsetningar møtast. Ein fyrrverandi ferðasølumaður, sum nú er farin í matstovuvinnuna og brúkar nógva tíð at spæla poker, møtir flóttum, ið nýliga eru komnir til Finnlands.
Nýggi finski filmurin Ljós í myrkri hevur vunnið átta altjóða virðislønir, m.a. í Berlin, San Sebastian og Jerúsalem. Nú er høvið at síggja hann í Havn.
Atgongumkeri til Filmsdagar í Felag fáast á netinum og við dyrnar í biografinum. Sýningarnar í Filmsfelagnum eru opnar og almennar. Tá atgongumerki verða keypt við skivuna í biografinum til allar sýningarnar, fáast tey fyri triðingsprís.