19 filmar komu inn í stuttfilmskappingini, sum Klippfisk skipaði fyri í 48 tímar um vikuskiftið. Dómsnevndin valdi filmin Wunder-Pizza, ið Hanus Johannessen leikstjórnaði, sum vinnara.
Gunvør Balle, forkvinna í Mentanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu, las grundgevingina hjá dómsnevndini upp í auluni í Kommunuskúlanum, sum nú ber heitið Finsen. Grundgevingin var soljóðandi:
"Vit vórðu øll beinanvegein tikin við, tí høvuðsleikarin skapar eina bæði stuttliga og hugvekjandi identifikatión. Tað er sum at síggja ein heilan film, í einum stuttfilmi, sum er fólksligur og hongur saman, er heilskaptur, hevur stuttligar myndir, og stuttligar endurtøkur, sum viðtøkurnar siga fyri hesa sjangru. Vinnarasøgan er ein søga, sum er gjøgnumførd - bæði í frásøgu og við myndum, og lýkur sjálvandi treytirnar, uttan at tað gerst uppátikið. Framleiðsluliðið hevur gjørt sær stóran ómak at finna føroysk locations, sum eru sannførandi og stuðla væl upp undir skemtið, ið ber søguna fram. Vinnarafilmurin er ein stjørna á einum vælangandi jólatræ, vinnarafilmurin skal finnast á Filmoy, tað er á Sandoynni, har eisini geymarar halda til - Wunder-Pizza er vinnarafilmurin!"
Tað var undir yvirskriftini "Ger ein film lidnan upp á 48 tímar!" at Klippfisk skipaði fyri kappingini, sum varð lýst í Reinsarínum fríggjakvøldið. Øll kundu vera við og vinningurin var eitt gávukort á kr. 10.000 frá Elding. Evnið var Fyrstu ferð og ein lykil skuldi vera ein lítil forðing í søguni
Tey mongu luttakandi høvdu 48 tímar at gera ein film við hesum evni, sum skal lýsast millum tveir og fimm minuttir. Møguligt var at arbeiða við at menna hugskotið, klippa filmin og mangt annað á Reinsarínum alt vikuskiftið, til lidni filmurin skuldi avhendast sunnukvldið kl 18:23. Onki mark var fyri útgerð. Filmurin kundi takast upp við fartelefon ella fínari kameraútgerð.
Filmarnir sum fingu aðrar virðislønir vóru: Kensluhavið fyri besta leikaraavrik, WPD fyri besta hugskot og Skotið, sum fekk herðaklappið.
Í dómsnevndini vóru Jákup Veyhe, Jónhild Rasmussen, Jónfinn Stenberg, Gunnvá Zachariasen og Birgir Kruse. Bogi Andreasen tók myndirnar í auluni.