Skip to main content

Gleðilig jól!


Birkblog ynskir øllum lesarum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár, sum fer at verða aktuelt um eina góða viku.

Hesa ársins tíð, tá árið rennur út og eitt nýtt stundar til, verður tikið saman um á øllum økjum, so ein ábending og eitt umhvarv kann hómast, hvussu skarst og hvat fekst burturúr, ikki bara fyri íleggjarar, men eisini fyri brúkarar, ið til gerandis skifta orð um nýggj rák og fyribrigdi í tíðindaverðini, sum einaferð var so sára einføld. Ikki minst tá bara eitt útvarp var og einki annað. Jú, kanska norðmaðurin og danskarin á langbylgjusendaranum í Kalundborg, og so Tórshavnsradio á bygd. Ja, og so tey góðu gomlu heimaprentaðu pappírsbløðini.

Í dag er miðlamyndin so fragmenterað sum aldri áður. Møguleikarnir eru ovurhonds nógvir. Nógv bjóða sær til, og nú fæst eisini stuðul til miðlavirksemi hjá øðrum enn útvarpinum og sjónvarpinum, sum man einaferð, við høvdinum undir arminum, koyrdi í ein pott og kallaði kringvarpið. So varð kringvarpsgjaldið strikað og kravt inn yvir skattin.

Nú skuldi verið lagamanni at skriva, tala og mediera á øllum pallum, tí neyvan er nakað land í verðini, sum er so telduríkt og netbundið sum Føroyar, og hartil forvitið, altíð við nýggjastu tøkni og best útbúna fólki á hvørjum pinni.

Allíkavæl hefti eg meg við, at sterkasta fría fjølmiðlasamtak, sum í fyrstu útbering fær mesta almenna fjølmiðlastuðulin, byggir nýggjastu høvuðssøguna beint á eitt partsinnlegg hjá øðrum av tveimum stríðandi pørtum í áðurnevnda kringvarpi.

Á fjølmiðlaøkinum er hetta mín størsta undran í ár.

Einoygt partsinnlegg sum copy-and-paste beint frá sakførara, í næstu løtu sett til sølu sum avís á gøtuni.

Kanska ber hetta boð um ein doyggjandi máta, rigor-media-mortis, at reka tíðindavirksemi uppá.

Gud vit, hvat vit hava í væntu á heimliga miðlaøkinum í nýggja árinum. Men betri vóni eg, at tað verður.

Livst, so spyrst.

Gleðilig jól!