Komandi árið fer matstovan KOKS at húsast í tiltiknu húsunum frammi við Gjónna við Leynavatn. Tað boðar KOKS frá í tíðindaskrivi í dag.
Myndina omanfyri av Karin Visth og Michelinkokkinum Poul Andrias Ziska tók Beinta á Torkilsheyggi frammi við Gjónna.
Samtakið Betri, sum eigur húsini, hevur gjørt avtalu við Gist & Vist um at brúka tey til matstovu.
"KOKS umboðar tað besta innan matstovuvinnuna í Føroyum. Ferðavinnan hevur sera stóran týdning fyri Føroyar, og vit eru tí sera fegin um at kunnu stuðla henni við at læna húsið út til hetta spennandi endamálið," sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka í hesum sambandi.
Her er Poul Andrias Ziska avmyndaður í køkinum á KOKS í Kirkjubø í august í fjør tá ein týskur sjónvarpskokkur vitjaði.
Ikki er vist, hvussu gamal garðurin frammi við Gjónna er, men søguligar keldur er um búfólk heilt aftur til 1740. Húsini eru gott dømi um ein føroyskan bóndagarð, har húsfólkið búði í grótlaðaðum, flagtaktum húsi við roykstovu, fjósi og smiðju, og livdu av seyðahaldi.
Húsini eru tí frálíkur karmur um virksemið hjá KOKS, ið leggur dent á tann føroyska smakkin - at fáa smakk og anga úr føroyska landslagnum at sameinast í matinum, verður sagt í tíðindaskrivinum.
Búreisingarnar við Gjónna eru óvanligar við tað, at tær liggja ikki við sjógv, men hava alla tíð verið eitt fjarskotið einbýli. Koyrandi er ikki í vanligum bili til húsini frammi við Gjónna, og KOKS ætlar tí, at koyritúrurin eftir Oyggjarvegnum, yvir um ánna við Leynavatn og eftir sandinum verður ein partur av upplivingini.
"Hetta verður ein partur av heildarupplivingini, sum vit bjóða gestunum. Matur og náttúra í senn", sigur sigur Karin Visth, leiðari á KOKS, sum fegnast um samstarvið. Karin avmyndaði í The Tarv í Vágsbotni tá grillhúsið læt upp 8. desember í 2017.
Sum vera man er ongin ídnaðarkøkur í gomlu húsunum frammi við Gjónna, so KOKS fær ein køk á hjólum førdan niðan til húsini, so til ber at borðreiða við somu høgu góðsku, sum bleiv víðagitin, tá KOKS var í Kirkjubø, í Keypmannahavn og í Havn.
KOKS letur upp frammi við Gjónna í apríl í 2018. Bíleggingar kunnu gerast longu frá 1. februar á heimasíðuni koks.fo