Konni Kass, tónleikakvinna, fær í ár virðislønina til Ungt listafólk og tær 50.000 krónurnar, sum fylgja við.
Tað gjørdist greitt í kvøld, tá Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, handaði fyrstu av trimum Mentanarvirðislønum í Bygdarhúsinum í Miðvági. Tær tríggjar virðislønirnar eru Virðisløn til Ungt listafólk, Heiðursgáva Landsins og Mentanarvirðisløn Landsins.
Henda virðislønin verður latin ungum listafólki, ið hevur víst serliga góð evni, og sum hevur gjørt vart við seg á síni listabreyt. Virðislønin verður latin fyri at eggja til framhaldandi virksemi og menning, sigur landstýriskvinnan.
Tað er ein dómsnevnd við umboðum úr ymsum listagreinum, ið hevur valt tey trý út, sum í ár fáa virðislønir. Í dómsnevndini eru Katrina í Geil, Oggi Lamhauge, Knút Háberg Eysturstein, Archibald Black og Martin Næs.
Dómsnevndin grundgevur soleiðis fyri at geva Konni Kass, tónleikakvinnu, virðisløn til Ungt listafólk í 2017:
Síðan hon trein inn á føroyska tónleikapallin, hevur Konni Kass longu eyðmerkt seg sum eitt evnaríkt, tilvitað og roynt listafólk í mun til sín unga aldur. Konni hevur fingið tónleikin í vøggugávu, og hennara evni eru eyðsýnd. Tó røkkur hetta bert til eitt vist, tí miðvíst arbeiði skal eisini til, um røkkast skal á mál. Listaliga virkið hjá Konni prógvar júst, hvussu týðandi tað er at menna tær gávur, ið eru falnar einum í lut, og hvussu tað loysir seg at gera sær ómak í yrkisligu tilgongdini. Fyrst fór hon á tónlistaskúla í Svøríki, síðan setti hon sjøtul á yrkisleiðina sum oddakvinna í egnum bólki. Saman við bólkinum hevur Konni ment sín egna stíl, har allir tættir hanga saman: rødd, lagsmíð, tekstir, ljóðmynd, framførsla, myndir, grafikkur, klæði og rørslur. Miðvísa arbeiðið hevur vunnið Konni og bólkinum viðurkenning bæði í Føroyum og uttanlands. Í 2017 var hon tríggjar konsertferðir í Evropa. Harumframt hevur bólkurin spælt á fleiri festivalum í Norðurlondum og Evropa, og fyri framman standa uppaftur fleiri framførslur. Konni Kass var kosin ársins nýggja navn á “FMA - Føroysku Tónlistavirðislønunum” í fjør. Rósta debutútgávan Haphe kom út á plátufelagnum Tutl í 2016, og Konni og bólkurin eru longu farin í gongd við næstu útgávuna. Fyri miðvísa, listaliga og evnaríka arbeiðið fær Konni Kass heiðurin Ungt listafólk 2017.Kristian Blak bar fram heiðursrøðu fyri Konni Kass.
Til lukku, Konni - og takk fyri tónleikin!