Klokkan tvey seinrapartin í morgin lata hesi fjúrtan upp árligu fotoframsýningina hjá Myndafelagnum Fokus í Smiðjuni í Lítluvík í Havn. Tey eru Óli Lindenskov, þórarinn Ólafsson, Irwin Mittún, Oddfríður Marni Rasmussen, Lars Bisgaard, Jan Herman Hansen, Susanne Nielsen, Heri Samuelsen, Haldur Suni Johansen, Jenny Weihe Poulsen, Jógvan Horn, Finn Larsen, Rúni Bang Larsen og Kristinn Hentze.
- Felagið varð stovnað í 2009 og telur í dag tjúgu limir, sigur Jógvan Horn. Her hongur hann upp eina svart hvíta portrettmynd av vermóðirni, sum lurtar eftir morgunlesturi í Útvarpinum, meðan grýtan stendur á borðinum og rabarburnar eru klárar at kóka.
- Vit ætlaðu at kallað felagi f9 eftir blenduni og stovningarárinum 2009, sigur Jógvan, sum hevur hevur avmyndað sonin á gólvinum við eini støvsugaraslangu. - Nú er hann nakað eldri, sigur Jógvan, og fortelur um felagshølini hjá Fokus, sum eru í Argja Skúla.
Eins og Jógvan hevur Óli Lindenskov verið við í felagnum frá byrjan. Teir sakna Jóin, sum altíð hevði eina viðmerking til avrikini hjá fotografunum. - Tað er eitt av okkara endamálum, at skifta orð um fotomyndirnar. Øll hava egið kamera og í ár eru trý nýggj komin í felagið, siga teir báðir. Niðanfyri er ein totem-líknandi indiánaramynd við negldum krossi, sum Óli tók í Íslandi, har ein filmsleikstjóri helt til.
Haldur Suni fotograferar týtt og ofta fimleikagentur, sum júst er ítróttin, ið døtrarnar íðka. Her er ein mynd á loftinum í Smiðjuni við heitinum Trístøkk, tikin heima á Sandi.
Til vinstru í horninum á Smiðjuloftinum er Kristinn Hentze farin at hanga upp. Stórsta avbjóðingin er beri veggurin.
Niðriundir er Oddfríður Marni Rasmussen farin at hanga upp eina spennandi mynd úr málarastovuni hjá Sigrun Gunnarsdóttir á Eiði, í horninum til høgru fyri inngongdina. Hetta er ein mynd við myndum í myndini.
Í hinum horninum er Finn Larsen, sum hevur hongt Tórshavn by night upp. - Ein hálvur minuttur við opnum kamera inn móti Landshandlinum og Kongabrúnni.
Lars Bisgaard býr í Hósvík, har hann er giftur. Hann er úr Klarup við Aalborg, hevur búð í Føroyum í tjúgu ár, og er til gerandis smiður í Mest. - Grindadráp er eitt fínt myndaevni og als ikki eitt no-go, sigur hann, og upplýsur at sama mynd, sum er úr Bø í fjør, hevur verið á Instagram uttan nakað altjóða mótmæli. - Eg fotograferi ofta fugl og dýr, oftast við 500 mm linsu, og næsta ár fari eg til Afrika á fotosafari.
Jenny Weihe Poulsen er onnur av kvinnunum, sum sýna fotomyndir fram í Smiðjuni í Lítluvík. Hin er Susanne Nielsen. Her er størsta av trimum hvast estetiserandi myndum hjá Jenny av gróðri. Hendan hevur heitið Tað grør.
Eitt er at taka talgildar myndir, annað er at prenta tær á papír, ramma inn og hanga á veggin. - Nú er tað í flestu førum handilin Power í SMS, sum prentar út við hørðum skúmi á baksíðuni. Prísurin fyri hesa stóru myndina er 998 krónur og fyri hinar, sum hanga her, er prísurin 268 krónur fyri hvørja. Men til ber eisini at prenta á lørift og brúka blendrammu. Møguleikarnir eru nógvir, sigur Jenny í práti við Erwin Mittún, sum eisini er ein av gomlu stuðlunum í Myndafelagnum Fokus.
Framsýningin hjá Myndafelagnum Fokus letur upp í morgin, friggjadag 2. feburar klokkan 14:00, og verður opin fram til 6. februar.