Skip to main content

Mangar eru leikur á tingi


Í vikuni skrivaði fjórða statsvaldið - tað er ÓkeypisSosialurin, sum Posta ber fyri einki í seytjantúsund hús hvønn mikudag - at løgtingslimurin Bárður á Steig Nielsen eisini er formaður í BR Leikum. Tað er ikki upplýst á heimasíðuni hjá Løgtinginum. Heldur ikki, hvat hann fær í samsýning fyri at lata tað privata og tað parlamentariska renna saman í lóggávusmíði. Hann er eisini í øðrum handilsnevndum, sigur væl upplýsta Oddagreinin. Tað er heldur ikki upplýst á Løgtingssíðunum. Kanska er tað ein partur av at ganga grýla, innan og uttanfyri tinggátt. Tí tað stundar til føstulávint við tunnusláing og grýlugongu, har BR er sjáldsama góður útvegari. Men onkursvegna hevur tað í dag eydnast politiskum mótstøðukonum hjá Bárði at spæla honum eitt ordiligt føstulávintspuss. Tey hava keypt allar Super Girl grýlubúnarnar, so eingin er eftir. Teir kosta fimm oyru undir trýhundrað krónur. So nú er einki annað at gera enn at bestilla frá Ali í Kina og vóna at parlamentariska trýhundraðkrónumarkið verður hildið. Tað er eitt super girl statement, sum vil nakað. Gott vikuskifti!