Skip to main content

Fjúrtan boð um vár


27 ára gamli Vagnur Dam, sum er úr Svínáum, men býr í Noregi, fekk heiðursplássið, tá fjúrtan listafólk í dag lótu upp Várframsýningina 2018, sum felagið Føroysk Myndlistafólk, ið varð stovnað í 1981, so trúliga hevur skipað fyri á hvørjum ári síðan 1990.


Talan er um eitt linoprent, ið mátar 289 x 147 cm, hevur kent litblýantar, tussj, oljupastell og akryl, og ber heitið Framtíðin, og korresponderar væl við elsta listamannin, 81 ára gamla Zacharias Heinesen í mótsætta horninum í sama rúmi. Spælandi heitið er kan-din-sky (135 x 150 cm).


Millum etableraðu listafólkini er eisini 31 ára gamla Jana Jónhardsdóttir við fýra verkum, sum í tveimum førum eru prent, og í tveimum førum sproytumálaðum gipsi.


Vónbjørt Vang, sum er rithøvundur og forkvinna í Rithøvundafelag Føroya, setti Várframsýningina í Listaskálanum, har framsýningin sæst til 29. apríl.


Felagið Føroysk Myndlistafólk varð stovnað í Listaskálanum í 1981, og síðan 1990 hava tey skipað fyri sensureraðari várframsýning. Í ár hava Jón Sonni Jensen, Annika Gregoriussen og Randi Samsonsen verið í úrvalsnevndini. Formaður í Myndlistafelagnum er Jóhan Martin Christiansen, Finleif Mortensen er kassameistari og Jón Sonni er skrivari. Eftir at stóra framsýningin hjá Sigrun Gunnarsdóttir Tað stóra í tí smáa varð tikin niður 2. apríl, hava tey trý, Jón Sonni, Annika og Randi, brúkt hesa vikuna at kuratera, tað er at hanga innkomnu og úrvaldu várverkini upp í Listaskálanum.


Frá A til Z eru tey fjúrtan listafólkini í ár eftir fornavni Alda Mohr Eyðunardóttir, Anna Kathrina Højgaard, Astri Luihn, Bjarni Mohr, Bjørg Jacobsen, Dan Helgi í Gong, Jana Jónhardsdóttir, Jóhan Martin Christiansen, Maria Smith, Nicolina Højgaard, Pernille Mejslov, Vagnur Dam, Vígdis Petersen og Zacharias Heinesen. Her sæst Vígdis við hennara níggju verkum til høgru á fyrsta vegginum.


Bjarni Mohr hevur eina svart hvíta fotomynd Loyndarfullu fjøllini (26,7 x 40 cm) á stóra hvíta vegginum við síðuna av tveimum av kendu tekstilverkunum hjá Jóhan Martini Christiansen, sum hvørt mátar 3 x 3 metrar.

Sami strangi estetiserandi stílur sæst á hinum vegginum í høvuðsrúminum, har tvær fotomyndir í litum hjá Aldu Mohr Eyðunsdóttir hanga við heitinum Slice of Life (39 x 59 cm)


Í kafeteriarúminum síggjast tvey verk hjá Nicolinu Højgaard úr zinkprenti, linoprenti, bylgjupappi og tráði í mátunum 50 x 70 cm.


Tey sýna tilsamans 37 várverk í Listaskálanum, frá foto, video og prent til meira siðbundna myndlist, rammulist í bestu fatan, sum er klár at seta á veggin. Einki verk eigur at vera eldri enn tvey ár, so alt er rættuliga nýtt. Tað er einasta treytin, sigur úrvalsnevndin. Her er Astri Luihn (f.1949) við Sexy Planet, sum er lakonisk video á skermi í tríggjar og hálvan minutt, sum er standardlongdin á eini singleplátu.


- Várframsýningin er sensurerað framsýning, tað vil siga, at ein trímanna dómsnevnd av listafólkum, ið verður vald á aðalfundi, tekur kritiska støðu til hvørt einstakt verk, og hevur skyldu til at seta strong krøv til listarligt virði. Nevndarlimirnir verða valdir fyri trý ár, og ein nýggjur limur verður valdur á hvørjum ári. Endamálið er at hækka støðið og geva okkara listafólki stóra avbjóðing. Øll kunnu senda inn verk til dømingar, sigur Felagið Føroysk Myndlistafólk, sum telur um 40 limir úr øllum myndlistaligu yrkisgreinum. Ikki færri enn 52 listafólk høvdu sent verk inn til Várframsýningina, sum sæst til 29. apríl. Opið er týsdag til sunnudag frá kl 13:00 til kl. 16:00. Mánadag er stongt. Og ikki tykkum at siga, Várframsýningin er eitt kærkomið høvið at hittast!