Filmsfelagið pressuskriv:
Hvussu hava fólk í útheiminum skilt og tikið ímóti filminum The Islands and The Whales? Leikstjórin Mike Day sýnir filmin í Filmsfelagnum og greiðir aftaná frá á Paname Café
Filmsleikstjórin Mike Day er aftur í Føroyum. Tí fer hann at vísa virðislønta heimildarfilmin The Islands and the Whales í Havnar Bio sunnudagin 27. mai kl 16. Sýningin er almenn og atgongumerkjasølan er byrjað á netinum og við skivuna í biografinum.
Eftir sýningina fer Mike at greiða frá í hugnaliga umhvørvinum á Paname Café á Vaglinum í Havn kl. 17.30.
Spurt verður, hvussu móttøkan hevur verið úti í heimi, um útlendingar fata filmin annarleiðis enn vit, um hann setur málið um grindadráp í ein størri og annarleiðis samanhang, enn vit eru von við í Føroyum og um Mike hevur havt trupulleikar av Paul Watson og grindamótmælisfólki?
Mike Day er júst liðugur við ein nýggjan heimildarfilm í Texas í USA, og fer nú undir enn ein film á okkara leiðum í Norðuratlantshavi.
Filmsýningin og kjaktiltakið eru eitt samstarv millum Filmsfelagið, Grindamannafelagið, Havnar Bio og Paname Café.
27/5 kl 16:00 Mike Day presents: "The Islands and the Whales"