Í kvøld vísti BBC upptøkur úr Saksun. Men orsøkin var ikki ferðavinna ella illa stødd ferðafólk á hesi eksotisku Føroyaleiðini.
Fyri einum mánað síðan vóru trý fólk frá BBC-sendingini Click í Føroyum, at gera eitt innslag til Click-røðina, sum í hesum umfari telur 52 partar, sum eru ein hálvan tíma hvør. Íalt eru útvið 900 Click-sendingar gjørdar. Aktuellu innsløgini eru um føroyska átakið Sheep View og Meludia í Føroyum, sum m.a. er filmað á tíðindafundi í Mentamálaráðnum, har Rigmor Dam, landstýriskvinna við mentamálum, sleppur at útala seg greitt og livandi.
Paul Carter er vertur í føroyska innslagnum í Click-sendingini. Sum sæst, regnaði illa, tá hann var í Klaksvík.
Sum sæst er føroyska tilfarið nú sett á skrá, og verður í hesum døgum sent til allan heimin á BBC World News seytjan ferðir millum 5. og 10. mai. Síðan verður innslagið sent á kinesiskum og persiskum, sigur Kevin Kleinmann, stjóri í Meludia í París.
Sunleif Rasmussen, sum er ambassadørur fyri Meludia í Føroyum, er eisini við í Click-innslagnum á BBC World News í hesum døgum.
Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, er eisini við í brotinum um Sheep View í Click-sendingini.
Hóast føroyska inslagið er í endanum á hálva tímanum í Click-sendingini, og sera stutt, er tað við í eini sendirøð, sum verður mett at hava útvið eitt tveysiffra milliónatal av hyggjarum, kanska níggju, hvørja ferð hon verður send, við hesum programmteksti: