Skip to main content

Samtíðarlist í Listasavninum


Tað er ikki bara gomul list við deyðum persónum, sum verður drigin fram í Listasavni Føroya. Undir yvirskriftini Samtíðarlist í miðdepil verður víðkað um føstu framsýningina í ljósu hølunum, ið opna seg oman móti Plantasjuni. Beint nú er tað Hanni Bjartalíð, sum eg higartil bara havi sæð í Steinprenti niðri á Skálatrøð. Einki er at taka seg aftur í, at hetta er besta plasering í allari verðini at seta hugfloygdu smáhúsini, ið marglitt hava stigar niður á slætt, sum vóru tey fuglabúr úr Per-ísum við træpinnum frá Restorff's, sum úr barndómsfyndini eru skolaðir upp á eini afrikanskari strond, og kanska, kanska, kundu verið brúkt sum barnabókaillustratiónir.


Listasavnið sigur soleiðis um átakið:

Tað er útsýni til samtíðina í einum parti av føstu framsýningini á Listasavni Føroya undir heitinum Samtíðarlist í miðdepil. Framsýningin verður skift umleið annaðhvønn mánað og vísir føroyska samtíðarlist í alskyns miðlum og stílum. Í løtuni verða listaverk hjá Hanna Bjartalíð sýnd fram: smá, litføgur hús úr endurnýtsluviði og ein røð av myndum málaðar á træ. Komandi framsýningar fara millum annað at vísa list hjá Hansinu Iversen og Guðrið Poulsen.


Um listafólkið sigur Listasavnið:

Málarin og myndahøggarin Hanni Bjartalíð (f. 1968) er ein av gávuríkastu modernaðu føroysku listafólkunum. Hann gongur nýggjar leiðir, og enn meira týðandi er, hvussu hann ger tað. Listin tykist rá og barnslig, bæði málningar og tekningar/grafikkur, umframt húsastandmyndir úr endurnýtsluviði eru sermerkt íkast í føroyska samtíðarlist. Verkini hava í sær søgur um modernaða lívið, tey eru full av poesi og dreymum, men eisini ofta merkt av ómildum skemti.


Hanna Bjartalíð avmyndaði eg í Steinprenti niðri á Skálatrøð flaggdagin í 2014, meðan hann fekk sær ein intensan arbeiðsguv. Á ólavsøku í 2016 goymdi eg hann í somu Canon myndaboks. Eitt stuttligt evni millum trídimensionalar teknirøðir úr undirgrundini tilevnaðar av einslistum til altjóða veggin mitt í Havn.


Sama ár slapp eg at avmynda Hanna meðan hann arbeiddi við eitt av húsunum í køkinum í Steinprenti. Kanska ein lívbjargari býr í gula tornhúsinum, og kemur út hvørja løtu. Kanska ein favela í Suðuramerika, ella ein kroysa í Afrika. Ella ein minnisbygningur úr gomlum barnabókum um Gummitarzan og tey illavorðnu, hinumegin bø og hegn í landinum Kamera Obskura. Ella eru tað orðaspøl, flutt í list, at lýsa menn í máli, málmenn, og menn, sum fara yvir borð, ella undir borðið. Hvør veit.