Eftir regn í allan dag, slítur í. Tað er stilli. Vársólin, sum ikki sæst, men hómast onkustaðni langt burturi, hevur púra óvæntað skapt so mikið av hita, sum hóast eittsiffraður fær eina sjáldsama summarguvu at leggja seg um landið. Eina evarska løtu verður Eystnes sveipað í eitt tógvi av vatti.
So skolar av skýggjum norðanífrá. Fyri oyrunum eitt ljóðleyst drama. Hitin rullar eftir rygginum, út á hav og verður upploystur fram við sjóvarmálanum. Ikki eitt tjums at hoyra.
Seinastu hitaskýggini eru um at sleppa Nólsoynni, sum í somu løtu liggur í øðrum ljósi.
Seti eina aðra linsu fyri tólið, og av terrassuni er hetta úrslitið, púra uttan filtur og fotosjopp, sum eg hvørki eigi, ella dugi at brúka. Ivist í, um tað er eitt gott hugskot at læra seg at brúka, tá náttúran sjálv við umleypand veðri er so hárfínt retousjerandi, at tú stendur teg ikki at gera klárt og taka røttu myndina, fyrr enn alt er broytt, og so er pístr púra burtur. Bara ein lítil løta um áttatíðina í kvøld.