Skip to main content

Talv í skúlan


Starvsfelagin Árni Øregaard hevur fangað stórmeistaran í talvi, Helga Dam Ziska, undir loftljósinum og frammanfyri heimskortinum í Námi hósdagin í vikuni, sum nú rennur út. Orsøkin var, at tríggjar skúlabøkur um talv, Kom og telva, vórðu lagdar fram fyri almenningin. Talv skal inn í skúlan.


Tær trígjar talvbókurnar til skúlabrúks, ella bókaheildin, sum sagt verður, fevna um eina grundbók og tvey uppgávuhefti. Bókurnar eru ætlaðar til undirvísing í fólkaskúlum og í talvfeløgum, men eru sum allar aðrar góðar lærubøkur, eisini væl egnaðar at brúka í egnari rytmu heima. Grundbókin er býtt upp í fjøruti frálærutímar. Fyrstu fimtan tímarnir venda sær til óroynda telvaran við frágreiðingum um grundreglurnar í talvspælinum. Sum tímarnir líða, verður innihaldið tó stigvíst meira avbjóðandi. Næmingurin lærir, hvussu hann eigur at byrja eitt talv, hvussu hann setir eitt álop í verk, og hvussu hann fremur skák og mát fleiri leikir fram. Kom og telva er so statt talvlæra til bæði byrjaran og tann roynda talvnæmingin.


Tað er Helgi Dam Ziska, sum fyri Nám hevur skrivað bøkurnar. Helgi er føddur í Havn í 1990 og hevur verið Føroya fremsti telvari síðan 2007. Í 2016 ognaði hann sær heitið sum stórmeistari í talvi. Hetta er lívlangt heiti, sum á leið 1500 telvarar í heiminum bera, og føroyingar ikki áður hava rokkið. Fyri avrikið varð Helgi valdur til ársins telvara í Norðurlondum árið 2016.


Frá vinstru síggjast Pól Jespersen, sum hevur verið ritstjóri, Helgi Dam Ziska, høvundur og stórmeistari, Jógvan á Høvdanum, sum hevur teknað, og Finnbjørn Vang, formaður í Talvsambandinum, við búmerkinum hjá felagnum í reversinum á jakkanum.


- Hetta er gott alternativ til dagsins blinkstrandi miðlar, sigur formaðurin, Finnbjørn Vang, við adressu til ikki bara almenna skúlan og tænastustovnin Nám, men eisini til foreldrini kring landið, nú fyrsta upprunaføroyska tilfar um talv er lagt fyri dagin.


Eftir at hava nevnt stovningardagin, sum var 14. februar í 1970, og at Hanus Joensen úr stovnandi nevndini var til staðar, greiddi Finnbjørn frá um barna- og ungdómstelving, sum hevur verið í fleiri ár. - Men tá Helgi bleiv stórmeistari, hendi alt uppá ein gang, tað var eitt risafet í menningini. Vitanin um týdningin, sum býr í talvfrálæru á føroyskum, hevur leingi verið ávegis. Serliga yngru børnini hava tørv á føroyskum tilfari, tá umræður talv. Kanningar vísa, at talv er mennandi, ikki bara fyri børn og ung, men eisini tilkomin og eldri fólk. Í Svøríki verður talv brúkt til sosialisering, at møtast. Í USA verður talv brúkt tá diagnosan er alzheimerz. Tað er altjóða viðurkent, at talv elvir til tol, tolsemi, hugsavnan og bøtir um førleikan í rokning. Afturmeldingarnar hava eisini í hesum føri verið sera positivar, og eg bæði vóni og haldi meg vita, at tilfarið hjá Námi fer at bera ávøkst. Tí talv er eitt mennandi spæl og ítriv, segði formaðurin í Talvsambandinum, Finnbjørn Vang, tá tær tríggjar talvbøkurnar, sum Helgi Dam Ziska hevur skrivað, vórðu lagdar fram hósdagin.