Skip to main content

Varðin við list og kritikki


Her er Dorit Hansen, ritstjóri á Varðanum, sum hon so dyggiliga hevur ført til nútíðina. Millum annað við eini týdningarmiklari grein um føroyskan mentajournalistikk við støði í ummælum hjá Onnu V. Ellingsgaard. Permuna á nýggja Varðanum hevur Edward Fuglø málað. Hon hevur heitið Fish Egg og er frá 2016.

- List er kveikjandi, list er frígerandi, men skal ikki forklára seg sjálva, sigur Dorit í innganginum við støði í The Function of Critisism (1957) hjá amerikanska bókmentafrøðinginum Northrop Frye.

- Men um vit øll skulu hava gleði av listini, og um samfelagið veruliga
skal hava gagn av frígerandi styrkini í listini, so mugu vit hava fólk, sum tosa, greiða frá, viðgera og kritisera, sigur rítstjórin í tíðindaskrivi í dag. Hon eftirlýsir ummælarar, granskarar og journalistar, sum vísa okkum, hvussu vit kunnu lata listina upp.

- Hava vit ikki kritikkin, viðgerðina og miðlingina, so er stórur vandi fyri, at listin antin verður ov fólkslig og sjálvsøgd ella ov gátufør og bara fyri tey innvígdu, sigur Dorit.

Inngangurin í nýggja Varðanum er stuttligur, og endar við at gera upp, svart uppá hvítt, sum var tað í eini sjónvarpssending um fríkirkjur, hvør fíggjaði virksemið í fjør.

Nýggi Varðin leggur seg serliga eftir at lýsa bókmentakritikk. Í innihaldsyvirlitinum sæst, at Trygvi Danielsen ummælir OG eftir Oddfríða M. Rasmussen og Gudahøvd eftir Jóanes Nielsen. Lív Næs ummælir Aftanáðrenn eftir Katrina Ottarsdóttur, og Jenny Johannesen ummælir 43 bagatellir eftir sama høvund. Durið Eyðbjørnsdóttir ummælir Bónusyrkingar eftir Andri Snær Magnason, Ingilín Strøm ummælir Einglavakt eftir Birnu Breckmann, Sanna Klein ummælir Fractura Nasi eftir Høgna Mohr, Sunnva Asano ummælir Hon, sum róði eftir ælaboganum eftir Rakel Helmsdal, og Urd Johannesen ummælir operaleikin Dagbókin eftir Leporello.

Harumframt eru tvær longri greinar, sum viðgera nýggjar føroyskar útgávur. Jógvan Isaksen skrivar um Sær eftir Carl Jóhan Jensen, og Silja Aldudóttir skrivar um Hvít sól eftir Lív Mariu Róadóttur Jæger. Heiðursgreinarnar hesaferð eru eisini um rithøvundar. Kirsten Brix skrivar um Sólrún Michelsen, og Malan Marnersdóttir um Jóanes Nielsen.

- Føroyingar kjakast hvønn dag, bæði andlit til andlits og á talgildu feysbókini. Og meðan vit kjakast, halda vit fram í gomlum mynstrum og fylgja streymum, sum tykjast so sterkir, at vit einki fáa gjørt. Men onkur skal rópa varskó, og viðhvørt ber til at flyta seg, sigur Dorit Hansen í tíðindaskrivi frá Varðanum í dag, og nevnir Ólav Hátún.

- Ólavur, sum í fjør gav út nýggja kórbók við broyttari stavseting, setir í nýggja Varðanum spurning við, hvussu vit skriva og stava, og Sigri M. Gaïni viðger í aðrari grein tøkniligu menningina og spyr, um tøknin er nýggja religiónin, og hvørt vit bara skulu lata standa til.

Listin sjálv er eisini við í nýggju útgávuni av Varðanum. Rakel Helmsdal hevur yrkingar saman við myndum av innsetingarlist, Emma Annika Thomsen hevur eina stuttsøgu, og Lea Kampmann eina yrking. Afturat tí hevur Hansina Iversen eitt listaúrval. List verður skapt og sýnd fram, list verður miðlað og viðgjørd, men list skapar eisini nýggja list, og í úrvalinum hesaferð vísir Hansina okkum útlendska list, sum hevur givið henni íblástur, list eftir sjey spennandi kvinnur úr Póllandi, USA, Kuba, Kanada og Fraklandi.

Varðin 85,1 er 197 blaðsíður og kostar 288 krónur í bókasølum kring landið. Til ber eisini at tekna seg sum lim í Varðanum, og so fær mann tvey mentanarrit í postkassan fyri 400 krónur árliga, verður upplýst í tíðindaskrivinum, nú nýggi Varðin er komin.