Skip to main content

Mentan er sterkari enn kjarnorkubumbur


Eitt ár er til val verður aftur. Enn havi eg ikki sæð tann politikara, sum burturav stillar upp fyri mentan í orðsins sanna týdningi. Mentan sum í mentan og ongum øðrum. Eingir rossahandlar um tunnlar í føðingardagsgávu ella av øðrum nepotistiskum orsøkum. Nei, mentan fyri mentanarinnar egnu skuld. Einki annað.

Yvirskriftin er úr frálíka danska tíðarrinum EKKO, so kom í dag.

Svart uppá hvítt hevur blaðið hitt amerikanska filmsleikstjóran Spike Lee (f.1957), sum vann næstbestu virðisløn í Cannes í ár fyri BlacKkKlansman, sum er aktuellur bæði í Havnar Bio og Atlantis við frumsýning 20. september. Tað havi eg ikki sæð áður, at báðir biografarnir kappast um áskoðararnar við sterkasta vápni í øllum kjarnorkuarsenalinum: filmi.

Tað er Spike Lee, sum er upphavið til yvirskriftina, ið er líka sterk á upprunaenskum, fyribilsdonskum og heimaføroyskum. Spike Lee gjørdist kendur í 1989 við Do The Right Thing, sum Filmsfelagið vísti í Sjónleikarhúsinum tað árið.

Kanska ein mentaflokkur ella ein einstakur kandidatur er undir uppsigling eftir frumsýningina við BlacKkKlansman í Havn ella Klaksvík. Vónandi skulu vit ikki til Mansjuria at finna ein kandidat til føroyskan mentapolitikk í komandi valskeiði. Livst, so spyrst.