Her sæst føroyska Barbara Lervig, standandi mitt fyri í svørtum, saman við upptøkuliðnum, ið gjørdi filmin Holiday. Myndin er tikin á altjóða filmstevnuni, sum hvørt ár er í Göteborg. Barbara hevur loyvt mær at blaða í myndasavninum, nú Holiday verður sýndur herheima mikudagin. Á myndini niðanfyri, sum er tikin á turkisku Bodrum strondini, er Barbara nummar fýra frá vinstru.
- Tað var á fimtu lestrarhálvu á bachelorinum í Film- og miðlavísindi, at eg valdi at fara í starvsvenjing. Eg fekk eitt pláss á produktionsselskapinum Apparatur aps, sum tá var í holt við síðstu fyrireikingar til spælifilmin Holiday. Mín tittul var producerassistent og uppgávurnar vóru nógvar og ymiskar, sigur Barbara.
- Holiday varð tikin upp í Bodrum í Turkalandi á vári í 2017 og vit filmaðu í fimm vikur. Vit vóru eitt stórt lið eini 40 fólk við sjónleikarum. Filmurin er ein co-produktión millum fleiri lond, so filmsliðið var úr nógvum ymiskum londum, og tað merktist eisini í mun til arbeiðsmentan. Øll høvdu ymsar mátar at gera tingini uppá, og tað gjørdi arbeiðið eitt sindur torført til tíðir, men vit lærdu skjótt at laga okkum eftir hvørjum øðrum - og lærdu eisini nógv av hvørjum øðrum, sigur Barbara.
- Tá starvsvenjingin var av, fekk eg starv á produktiónsselskapinum sum projektleiðari, og arbeiddi har meðan eg skrivaði mína bacheloruppgávu. Men vit høvdu nógv at gera, og serliga tá vit í oktobur í 2017 fingu at vita, at Holiday var kosin at kappast í World Dramatic Competition á Sundance Film Festival, tí tað merkti at filmurin og øll postproduktiónin skuldi vera liðug nógv fyrr enn væntað. So eg útsetti mína bachelor uppgávu og arbeiddi fulla tíð, sigur Barbara, sum á myndini niðanfyri sæst í reyðum kjóla næstuttast til vinstru.
- Filmurin hevði altjóða frumsýning á Sundance í Park City, Utah í januar í ár. Sjálvt um hann ikki vann nakran prís á festivalinum fekk hann nógva umrøðu og var á vørrunum hjá øllum. Allar sýningarnir á festivalinum vóru útseldar, og fleiri filmsummælarir á festivalinum kallaðu hann tann mest umstrídda filmin á festivalinum - og tað kann vera nakað um tað, sigur Barbara.
- Tann lidni filmurin, sum vit vístu á Sundance, og sum síðan hevur verið vístur kring heimin á nógvum øðrum film festivalum, er ein heilt annar enn tann, eg las leikritið til fyri tveimum árum síðani, sigur Barbara.
- Upprunaliga skuldi tað vera ein ensemble filmur, har hinir leiklutirnir í filminum fyltu næstan líka nógv sum høvðuskleikluturin í filminum. Men tann endaligi filmurin hevur valt bara at stilla filmin á høvðusleiklutin Sascha. Men eg eri sera væl nøgd við filmin og skilji væl, at leikstjórin, Isabella Eklöf, og klipparin hava valt at klippa so nógv tilfar frá og skera heilt inn á bein - tað ger honum bara gott, sigur Barbara at enda um filmin.
Soleiðis verður Barbara umrødd á Internet Movie Database:
Myndin niðanfyri er frá donsku gallafrumsýniningini við Holiday. Barbara sæst longst til vinstru.
Mikudagin klokkan 20 sýnir Filmsfelagið Holiday í Havnar Bio. Tað er seinasta sýning í Filmsfelagnum fyri jól.