Skip to main content

Bestu útlendsku filmar at fáa Oscar


Í dag er kunngjørt hvørjir teir níggju filmarnir eru, sum enn eru við í kappingini um at fáa Oscarvirðislønina sum besti útlendski filmur. Teirra millum er komandi filmurin í Filmsfelagnum, hin svart-hvíti ”Cold War”, sum pólski Pawel Pawlikowski hevur leikstjórnað. Hann hevur áður gjørt svart-hvíta nunnufilmin ”Ida”, ið vann somu Oscarvirðisløn í 2015.

Fyri nýggja filmin ”Cold War” vann Pawlikowski virðisløn sum besti leikstjóri í Cannes í ár og allar fimm tær fremstu virðislønirnar frá European Film Awards. Felagsskapurin hevur latið virðislønirnar í 31 ár, og í ár varð handanin í Sevilla í Spania leygardagin.


Millum filmarnar, sum enn eru í kappingini at fáa ta mest umrøddu Oscarvirðislønina uttanfyri enskttalandi heimin, er japanski ”Shoplifters” hjá Hirokazu Koreeda. Í Cannes varð filmurin kosin hin besti í ár. Filmsfelagið vísti japanska ”Shoplifters” 24. oktober.

Mest umrøddur, og tí helst favorittur at fáa Oscarvirðislønina sum besti útlendski spælifilmur, er svart-hvíti meksikanski ”Roma”, sum er ein Netflixfilmur.

Einasti norðurlendski filmur, ið enn er á listanum yvir møguligar Oscarvinnarar í ár, er hin danski ”Den skyldige”, sum Gustav Möller hevur leikstjórnað. Hinir filmarnir, ið enn verða mettir at hava ein møguleika at gera vart við seg sum besti filmur, ið ikki er á enskum máli, er fyrst og fremst suðurkoreanski ”Burning”, sum byggir á søgu hjá Murakami; kolumbianski ”Flytifuglar”, kasakstanski ”Ayka”, libanesiski ”Kapernaum” og týski ”Werk ohne Autor”.

Valt varð millum 89 filmar at finna hesar níggju nevndu filmarnar. 22. januar verður gjørt av, hvørjir fimm av hesum níggju halda fram. Hvør av teimum endaligu fimm filmunum, sum kappast um at verða besti útlendski filmur í eygunum hjá amerikansku Oscardómsnevndini, fer avstað við endaliga sigrinum, sum hevur stóran peningaligan týdning fyri framhaldandi filmsgerð, verður kunngjørt í sjónvarpi fyri øllum heiminum hin 24. februar.

Kvøldið fyri, leygarkvøldið hin 23. februar í 2019, hevur Geytadómsnevndina valt besta føroyska stuttfilmin á sjeynda sinni í Norðurlandahúsinum. Tá verður eisini áskoðaravirðislønin hjá Tórshavnar kommunu handað.