Skip to main content

Góð røða - ring pallseting


Gamlaárskvøld helt løgmaður eina framúr góða nýggjársrøðu. Ja, hina bestu eg minnist meg at hava hoyrt, hóast minnið ikki er tað, tað hevur verið. Hoyrdi nýggjársrøðuna í Útvarpinum meðan ræsta kjøtið kom inn á borðið. Ein fín røða, borin á nýggjárslógvum afturvið ræsta deyminum, beint til innara biografin. Men bara so leingi eg blundi og lurti eftir útvarpi. Í dag sá eg útvarpsrøðuna, so sum hon eisini varð sjónvarpað. Upptøkan var brilljant fokuserað við føstum kamera, tveimum lampum, tvær ferðir tveimum ljósum - og so tveimum hondum. Og hondina á slipsið. Reyða slipsið. Hetta var ein ørkymlandi ring pallseting. Trettan minuttir við løgmanshondum festum á borðið, hvør í fratan hevur funnið uppá hatta? Hetta var ein so persónlig og engasjerað røða, at fast sjónvarpskamera og fastnegldar hendur rigga ikki. Hetta verður ein óbehagilig togtogan millum tað sagda og tað filmaða, sum hvørki er í synk ella dialogi. Vendingin “heitar hendur” meðan hansara høgra tykist sveitta í hvassa ljósinum, ger ikki støðuna betri. Trettan minuttir við hesi sjónvarpaðu togtogan verður slítandi ófrættakend. Ja, oyðileggur persónligu og engasjeraðu røðuna hjá rótfesta Javnaðaraksel. Kann verða, at tíðin er komin til antin at forða løgmanni at gerast persónligur við hondfasta nýggjársborðið, ella at lata hann sleppa at anda frítt við egnum persónligum orðum og tankum, sum livandi og ikki fastfryst kamera megnar at fylgja, har sum løgmaður gongur og fer, úti og ikki inni. Aktuella sjónvarpaða versjónin dróg á eitt so skeivt borð, at hon oyðilegði sterku og væl skipaðu útvarpsrøðuna. Ein triðja leið er eisini at nokta sjónvarpinum atgongd til løgmansborðið við hetta høvið, og bara loyva útvarpsmikrofonini at bylgja tey gyltu løgmansorðini inn í hvørja stovu. Í ár skjeyt sjónvarpið orðini niður. Og tað eru tey ov góð til, orðini í nýggjársrøðuni hjá Javnaðaraksel. Alt ov góð.