- Tá ið tað snýr seg um at branda og marknaðarføra eina matstovu, er tað sera umráðandi, at matstovan hevur eitt greitt og týðiligt konsept, sigur Ann Krista í Dali, til vinstru við gluggan í Áarstovu. Hinir eru verturin og matstovuleiðarin, John Mikkelsen, og samskiparin og íverksetarin, Johan Mortensen, sum báðir hava umsitið Gastronomiska Kalendaran Heima í Havn síðan 2011.
- Tað skal ikki vera nakar ivi um, hvat fyri slag av matstovu, talan er um. Tá er tað bæði stuttligari og lættari at marknaðarføra hana, sigur Ann Krista, ið nýliga er byrjað sum Digital Marketing Manager hjá samtakinum Gist & Vist, ið eigur fleiri matstovur og hotell, fyrst og fremst í Havn. Av matstovugestum, koma teir allarflestu í Áarstovu, sum leingi hevur verið ovast á listanum hjá Tripadvisor yvir matstovur í høvuðsstaðnum.
Vit eru møtt í Áarstovu, har Jógvan Winther Poulsen, kokkanæmingur, Svein Krogh Johansen, kokkur, John Mikkelsen, vertur, og Ann Krista í Dali, talgildur marknaðarleiðari, vísa fram nýggja køkin, og síðan kunngerða 9 av tiltøkunum, sum eru á gastronomiska kalendaranum í ár.
Fyrst fyri er fermenteraði smakkurin, sum fínkaður fæst úr parlagnum millum ræsta føroyska køkin og sjerri úr Andalusia. Henda matskrá verður borðreidd 22. og 23. februar í grannahúsinum Nýggjastovu, sum í matstovuhøpi ber heitið Ræst og kann borðreiða til 27 fólk. Annað gastronomiska tiltakið er 30. og 31. mars, tá Barbara Fish House tvinnar tosk av Føroyabanka við bitum úr baskiska køkinum afturvið víni úr Galisia. Fríggjakvøldið 26. apríl er karmurin hin rúmsátta Fútastova, har útvið hálvthundrað kunnu sita meðan greitt verður frá, so øll hoyra. Júst hetta kvøldið vitjar ein vinbóndi úr Languedoc, og saman við honum gera kokkarnir eina matskrá úr Suðurfraklandi. Eftir árstíðini verður varpað ljós á fisk, kjøt, urtir og avgrøði í øllum húsunum í grannalagnum, altíð parað við tí best hóskandi víni.
Umframt køkin er móttøkan umbygd við borðplátu úr gróti úr Sandoynni, og endurnýttum vindeygum úr hjallaranum. Ein bringumynd av Hans Andriasi Djurhuus er sett á borðið og standmyndin í túninum av teimum báðum skaldabrøðrunum, Hans Andriasi og Janusi Djurhuus, sæst í dagsljósinum á duraglugganum. Matstovukonseptið er greitt, og viljin, og ikki minst finnuppásemið, at siga og bera søgur úr køkinum og heilt inn á borðið, er enn sum áður intakt og heilt framúr. Tú ert í góðum hondum, ja teim bestu, sum gastronomiska fakið hevur fostrað seinastu árini.