Tá hin í Føroyum kendasti danski filmsleikarin, 70 ára gamli Jesper Christensen, í gjárkvøldið fekk høvið at enda Tórshavnar Filmfestival, TÓFF, við nýggja filminum ”Før frosten”, fekk hann eina gávu frá Maluni Fosaa.
Gávan var ein svørt butterfly úr føroyskari laksaskræðu og mansjettknappar. Nakað somu gávu fekk danski krúnprinsurin frá Føroya Løgtingi, tá hann fylti 50. Í gjár gjørdu Malan og tær eina gávu lidna, sum er ætlað danska forsætisráðharranum, Lars Løkke Rasmussen.
Jesper Christensen var sorinskrivarin í ”Barbara”, ið er mest sæddi filmur í Føroyum, hevur tríggjar ferðir spælt við í James Bond filmum, og er nú høvuðsleikarin í nýggja danska filminum ”Før frosten”, sum Filmsfelagið vísti á TÓFF í Havnar Bio í gjárkvøldið, tá høvið varð at møta Jesper Christensen.
Undir leiðslu av Tinu í Dali Wagner, stjóra í Filmshúsinum, greiddi Jesper Christensen frá um leiklutin og yvirhvøur at spæla á filmi í eini 40 ár. Eisini svaraði hann eini rúgvu av spurningum úr fulsetta salinum.
Nú filmstevnan TÓFF varð hildin á triðja sinni, eru Filmsfelagið og Havnar Bio sloppin uppí part. At síggja film í felag er týdningarmikið, hóast flestu filmar kunnu síggjast á teldu heima í stovuni. Felagskenslan, sum sprettir úr at síggja film, er sterk, og fer helst aldri at hvørva. Tí tað er í biografinum, at filmur skal síggjast. Ikki minst, tá høvuðsleikarin er til staðar. Tað eru partarnir, sum standa saman um TÓFF, samdir um. Umframt Norðurlandahúsið, har Inger Smærup Sørensen er samskipari, eru samstarvandi partarnir í bókstavarøð: Faroe Islands International Minority Film Festival, Filmsfelagið, Filmshúsið, Filmsfjepparafelagið Hygga Síggj, Føroysk filmsfólk, Havnar Bio og Klippfisk.