Av og á kemur mær til hugs, hvussu góðar oddagreinar vóru fyrr, og hvussu langt er millum góðar oddagreinar í dag. Gamaní komu bløðini oftari út fyrr og oddagreinarnar vóru munin sjónligari. Tað henta í hesi søguligu gongd var tá, at kunna vísa næmingum á bygnaðin í eini góðari oddagrein, og støðugt at bera saman við krøvini til ein stíl í elstu flokkum fólkaskúlans, inngang og útgang og at halda seg til eitt evni og grundgeva fyri tí, og at pláss eisini skuldi vera fyri egnum ískoyti, sum gav stílinum eitt persónligt frámerki. So kom próvdómarin til og tryggjaði vegna øvrigheitina at avrikið var í ordan. Í dag eitir tað hádeild og framseting, men at skriva lærir tú enn bara uppá ein máta. Tað er at skriva. Eingin onnur uppskrift er. Tí er tað ein kærkomin lesiuppliving at yvirlitstrola nýggjastu oddagreinina í prentaða Sosialinum, har Eirkur viðger tað ultra komisku støðuna, sum Sambandsflokkurin hevur skvisað seg í við Javnaðarflokkinum mitt ímillum og Tjóðveldisflokkinum, sum eisini hevur skift heitið, á hinari síðuni. Kærkomið høvið at taka stílin oddagrein fram í skúlanum.