Skip to main content

Matur og leikur - tað er Deyðadansurin 3.0


Samstundis sum matstovan KOKS aftur hevur sett Føroyar á gastronomiska heimskortið, bjóðar Gunnvá Zachariasen undir heitinum Deyðadansurin 3.0 til sjónleik við Strindberg-drama undir leiðslu av Pelle Nordhøj Kann og heilt serligum mati frá kokkinum Soniya Sjöberg.


- Júst sum August Strindberg sjálvur eksperimenteraði við sínum naturalistisku royndum á Intima Teatern í Stockholm fyrst í seinastu øld, har hann kunngjørdi, ‘at sjónleikur skuldi upplivast sum veruleikin sjálvur’ og verða heilt tætt at áskoðaranum, soleiðis er eisini Deyðadansurin 3.0 ein sera intim, forkunnug, fyri ikki at siga eksklusiv og sansalig uppliving. sigur Gunnvá Zachariasen, ið spælir leiklutin sum Alice.


- At koma í eygnahædd við áskoðaran er nakað heilt serligt sum leikari. Vit, leikarar og gestir, koma so at siga at kennast gjøgnum kvøldið, vit práta saman, vit syngja, eta, dansa, vit liva hetta kvøldið saman, alt meðan kærleiksorrustan spælur seg út á gólvinum framman fyri okkum, sigur Gunnvá, sum umboðar TVAZZ.


Leikurin er eitt norðurlendskt samstarv millum TVAZZ í Føroyum, Teater Insite í Svøríki og Teatergrad í Danmark. Í tíðindaskrivi í kvøld bjóðar leikbólkurin føroyingum at verða vælkomnar í veitslu.


Vælkomin! Vit gleða okkum at bjóða DEYÐADANSIN 3.0 fram á eini rundferð í Føroyum í februar og mars í 2019. Nýskrivað og nýtulkað í einum spennandi samstarvi millum føroyska leikbólkin TVAZZ, Teater Insite úr Svøríki og Teatergrad úr Danmark. Meir enn 100 ára gamli klassikarin eftir August Strindberg verður her borðreiddur sum matsjónleikur. Alice og Edgar hava boðið 40 gestum til at feira sítt silvurbrúðleyp. 25 ár í viðgongd og mótgongd skal nú feirast í bygdahúsinum, har Alice og Edgar, og Kurt sum  toastmaster, taka ímóti teimum veitsluklæddu gestunum.


Deyðadansurin 3.0 er ein leikur, har markið millum veruleika og spæl, fortíð og nútíð spakuliga kámast.  Ikki einans systkinabarnið Kurt verður vitni til ivasama kærleikan millum Edgar og Alice. Gestirnir sleppa at smakka beiska bitan av harðrenda hjúnalagnum og sum kvøldið lýður, lata okkara høvuðspersónar seg úr og avdúka eitt parlag, sum er gjøgnumsúrgað av beiskleika, vónbrotum, brostnum dreymum, lygnum og líðilangum aggi. Er nøkur vón fyri kærleikanum?


Hetta verður ein veitsla við øllum tí góða: Góður matur við 4 serveringum, drykkjum, dansi, røðum, felagssangi, umframt øllum tí óvæntaða, sum prutlar undir lokinum. Ein deyðadansur, sum seint fer í gloymibókina, lova fyrireikararnir í tíðindaskrivi.


Deyðadansurin 3.0 byrjar har, sum Strindberg endaði leikin. Hjá Strindberg spyr Edgar konuna Alice í endanum á leikinum, um tey skulu feira silvurbrúðleypið, sum verður um 3 mánaðir. Í 3.0 versjónini er avgerðin tikin, og leikur byrjar við brúðarkransi, horntónum og snapsi í durinum.


Í innbjóðingini hava Alice og Edgar ynskt, at gestirnir ístaðin fyri eina gávu taka grønmeti við, sum kokkurin undir kønari hond gandar til viðleikarar á borðinum við rættum so sum The Gift - Kunnleikans Træ - Síðsti Roykurin - Kødets Lyster...


Tað er svenski kokkurin Miia Suhonen, sum hevur sniðgivið og sett veitsludøgurðan saman. Við støði í leikinum hevur hon tilevnað smakk og anga, og hevur við matinum spunnið beinleiðis træðrir millum veitsludøgurðan og kensluborna dámin í sjónleikinum. Á Føroyaferðini er Soniya Sjöberg kokkur.

Tey trý leikhúsini Teater Insite úr Svøríki, Teatergrad úr Danmark og Tvazz  úr Føroyum hittust á Nordic Performing Arts Days, sum var hildin í Føroyum í 2016. Frumframførslan av Dödsdansen 3.0 varð 22. november í 2018 í Malmö og aftaná drúgva rundferð í øllum Skåne í novembur, desembur og januar og í Keypmannahavn í februar í 2019, verður Deyðadansurin 3.0 settur framførdur fyri føroyska áskoðaranum. Framførslan er á donskum og svenskum kryddað við føroyskum strofum.

Framførslur í Føroyum byrja 27. februar á støðum, sum hava stuðla Føroyaferðini hjá Deyðadansinum 3.0.  Henda dag er leikurin í Skúlakantinuni í Vestmanna. Dagin eftir í Royndarhúsinum í Nólsoy. 1. mars í Sjónleikarhúsinum í Havn, síðan dag um dag í Norðurlandahúsinum, í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, í Skótahúsinum við Løkin, í Bygdahúsinum í Hósvík og at enda hin 7. mars á Seglloftinum á Tvøroyri.

Deyðadansurin 3.0 er ein pall-uppliving har fá atgongumerki eru til hvørju sýning, so áskoðarin skal verða skjótur at tryggja sær pláss til veitsluborðhaldið og klassiska Strindberg leikin, siga fyrireikararnir. Atgongumerki verða einans seld í undansølu á www.atgongumerki.fo. Leikurin hevur 16 ára aldursmark og varar hálvan triðja tíma. Prísurin fyri drama, máltíð og útsikt til nýtt innlit er einans 300 krónur.


Leikarar eru Gunnvá Zachariasen úr Føroyum, Ulver Skuli Abildgaard úr Danmark og Matthias Hahne Torbjörnsson úr Svøríki. Leikstjóri er Pelle Nordhøj Kann (DK) og Sosha Teperowska (DK) hevur tillagað leikritið. Scenografur er svenski Ilkka Häikiö. Menu-sniðgevi er Miia Suhonen og kokkur er Soniya Sjöberg, sum báðar eru úr Svøríki. Svenska Isabell Skarby Hay hevur gjørt búnar og hevur staðið fyri framleiðsuni saman við Eriku Lundvall (SV), Christine Worre Kann (DK) og Gunnvá Zacharisen (FO 2019).

Myndirnar tók Per Morten Abrahamsen.