Skip to main content

Siga tit Klæni og Kubbi ella Gøg og Gokke?


Ofta verða altjóða filmar og bøkur umrødd herheima við danska heitinum. Til dømis De Ti Bud ella Gøgereden, sum kunnu verða nokkso stuttlig heiti at brúka í føroyskum teksti, skal ein ikki gera seg sekan í sitatfuski, tá fakfólk tosa um film og bøkur. Nú eru tað Gøg og Gokke ella Klæni og Kubbi. Hvussu siga tit?


Fyri fyrstu fer í allari søguni um film er lívið hjá klæna bretanum Stan Laurel (1890-1965) og tjúkka amerikanaranum Oliver Hardy (1892-1957) gjørt til spælifilm. Upprunaheitið á nýggja filminum er fornøvnini á teim um báðum Stan & Ollie. Teir vóru frammi í slapstick sjangruni frá 1927 til 1955, og eru helst kendasta par á filmi í allari søguni, fyri ikki um at tala í føðingardøgum, tá super 8 filmar vóru í mongum heimum kring landið, tí páparnir sum sigldu úti, keyptu apparatini og filmarnar til mikla fragd fyri heimafólkið. Smalu filmarnir vóru uttan ljóð, bara larmurin frá filmsapparatinum hoyrdist. Okkara æt Fuji og var av slagnum single 8. Sum so mangt er eisini hesin partur av undirhaldinum langdur undir orðabókaluppin, sum í smálutum definerar føroyska stættarsamfelagið upp móti tí útlendska. Slapstick sjangran, sum røkkur heilt aftur til italsku Commedia dell'arte hevdina í sekstandu øld, verður í ensk-føroysku orðabókin søgd at vera lágskemtiligur leikur, ella skemtileikur við nógvum fjákutum skemti. Ája, sum Árni sigur í Sosialinum. Soleiðis er so mangt, tá maktin sáldar og ikki fjákast. Men eina tíð fekk føroyska heitið Klæni og Kubbi fótin fyri seg. Tað var í 1986, tá Helena Samuelsen týddi fyri Sjónvarpið, sum í trimum førum vísti filmar í barnasendingum við Klæna og Kubba. Enska og altjóða kenda heitið á teimum báðum er Laurel and Hardy. Nýggi filmurin verður sýndur við donskum undirteksti og ber tí danska heitið Gøg og Gokke, sum ikki er ókent herheima. Søgan í filminum tekur við eftir kríggið tá teir báðir enn einaferð royna eydnuna. Sýningin við nýggja filmssøguliga spælifilminum er í Filmsfelagnum týskvøldið hin 23. apríl kl 20.