Skip to main content

Majken vil eisini hava biograf


Í Vági vil Majken Súsanna Gaard eisini hava biograf, so hon kann síggja film í felag, eins og tey, ið hava sama áhuga norðanfjørðs.

- Mær hevur altíð dámt væl at ganga í biograf og eg haldi, at tað er sera harmiligt, at ongin biografur er í Suðuroy. Sjálvandi ber til at fara norður um fjørð í biograf, men sýningarnar passa ofta illa við ferðaætlanina hjá Smyrli, so suðringar mugu liggja nátt norðanfyri og leggja arbeiðið niður fyri at sleppa í biograf, sigur Majken, sum ætlar at gera nakað við støðuna.

- Í næstum fara vit at hava ein kunnandi fund um møguleikarnir at síggja filmar í biografi ella líknandi. Vit hava fleiri egnaði høli her suðuri og eg haldi, at fólk hava áhuga í at síggja góðar filmar í felag. Vit fara í øllum førðum at kanna møguleikarnir við loyvum og tílíkum og vita, um áhugi er fyri at stovna eitt filmsfelag her suðuri sigur Majken Súsanna Gaard í Vági.

Nýggjastu vísitøl úr høvuðsstaðarbiografinum, Havnar Bio, benda á, at fleiri og fleiri ganga í biograf. Soleiðis er eisini úti um landið, har greitt er, at fólk eisini vilja síggja nýggjan listaliga áhugaverdan film. Atlantis Bio í Klaksvík vísir spildurnýggjan film, sum kræsni biografgangarin javnt og samt vil síggja, og Løkshøll í Runavík ger av og á tað sama. Í Vágum og Suðuroy hava tey eisini hug at fara undir biografdrift aftur, tí nú slepst undan tungu filmsrullunum, sum fyrr skuldu fraktast aftur og fram við skipi millum Føroyar og Danmark. Í dag er nógv lættari. Ja, sjálvt umborð á flogførunum hjá Atlantsflogi ber til at síggja film. Einasta sýning við Oscarvinnaranum Moonlight er har umborð.

Til ber at fáa fatur á nýggjastu filmum og vísa teir sama dag, sum úti í heimi, onkuntíð fyrr, bara loyvið er í lagi. Men samstundis sum allir møguleikar eru opnir at vísa júst tann filmin, tú vilt, eru sýningarnar undir størri eftirlitið enn nakrantíð. Hóast goymdur í skýnum, kann talgildi filmurin bara fáast frá rætta útleigaranum í okkara øki, og bilettskipanin skal verða knýtt at sýningini og avtalaða degnum, so útleigarin kann fylgja við og fáa sítt. Innihaldsligt eftirlit er ikki longur, men biografloyvi, sum Mentamálaráðið umsitur og eftirmetir, skal haldast.

Fara vit hálva øld aftur í tíð, gingu føroyingar oftari í biograf enn skandinavar, men ikki so ofta sum íslendingar. Tað benda tølini í ársfrágreiðingunum hjá Ríkisumboðnum á, heilt fram til 1979, tá ólógligu sjónvarpsfeløgini tóku seg fram og fóru at spræna film og sjónvarpsrøðir í allar ættir.

Hetta helt á til 1984 tá Sjónvarp Føroya bleiv ein lógligur stovnur, sum millum annað sendi film. Henda brandólógliga gongd sló botnin undan biografunum og mest sum øllum frítíðarvirksemi.

Einasti biografur í áttatiárunum var eina tíð Leikhús Bio í Sjónleikarhúsinum, har Filmsfelagið hevði regluligar sunnudagssýningar frá 1984 og knapt tíggju ár fram. Í meðan varð Havnar Bio brúkt til bingo og upptøkurúm hjá sjónvarpinum. So tendraði biografmaskinan aftur og Havnar Bio gjørdist biografur burturav. Tað var til hetta endamál, at húsini vórðu bygd í 1962. Tá, og í somu hølum, varð Filmsfelagið stovnað. Í dag er Filmsfelagið eitt kuraterandi áhugafelag, har einki krav er um limaskap. Filmsfelagið stuðlar upp undir tankan um at ganga í biograf, og at síggja listaliga áhugaverdan film í felag, so sum høvið á staðnum er. Eisini í Vági, har Majken Súsanna Gaard vil hava biograf, so hon kann síggja film í felag, eins og tey, ið hava sama áhuga norðanfjørðs.