Listasavn Føroya fekk nýggjan stjóra herfyri. Nú er kunngjørt, at tað verður danska Karina Lykke Grand, sum tekur við 1. august, tá hon avloysir danska Nils Orth. Sum einasti miðil í landinum visti VP at siga hesi tíðindi longu fríggjadagin 1. mars, og tað beint frá kelduni, sum er formaðurin í stýrinum:
”Stjórin er settur, men øll eru ikki kunnað enn, og tí fær formaðurin í stýrinum fyri Listasavnið, Niels Christian Nolsøe, ikki sagt enn, hvør nýggi stjórin er. Hann sigur tó, at tá umsóknarfreistin var farin 31. januar vóru 12 umsóknir komnar, og størri parturin var frá fólki, sum ikki eru búsitandi í Føroyum. Nils Ohrt hevur verið stjóri í Listasavni Føroya síðani 2011.”
Soleiðis skrivaði VP triðsíðsta fríggjadag.
Kvinnur, og eingin maður, vóru til samrøðu um starvið. Orsøkin til at forvitnið bráddliga breiddi seg var, at kvøldið fyri hevði ein av vrakaðu umsøkjarunum gjørt vart við seg á Facebook við hesum orðum:
”Gott kvøld, kæru vinir. Í staðin fyri at siga hetta seksoghálvfjers ferðir, so skrivi eg tað bara her: Eg fekk ikki starvið sum stjóri i Listasavni Føroya. Tað eri eg ómetaliga kedd um - hetta var fjórðu og síðstu ferð eg søkti, so talan er næstan um ein lívsdreym, ið eg nú má staðfesta ikki fer at bera á mál. Tað er mær tó ein uggi og avkláring, at eg ikki haldi, at eg kundi havt gjørt nakað betri í tilgongdini viðv. umsókn, samrøðu osfr, tað gekk væl og tí má mann rokna við, at setti stjórin bara hevur verið tað betur; - henni ella honum verður ynskt bestu eydnu við at fáa okkara Listasavn up to date.”
Orðini á Facebook fingu so nógvar viðmerkingar og likes, at tey fingu meg ikki bara at hugsa um, men at staðfesta, at fremsti miðil av kunnandi, tíðindaberandi og samskiftandi slagnum er so avgjørt Facebook. Fyrrverandi mentamálakvinnan skrivar til dømis: "Guvide hvat fyri unikum tey hava sett, sum koppaði teg av pinninum?" Kenslur kunnu gamaní eisini fylgja við, so samskiftið, tað er sjálv starvssetanin, verður tað reina moodboard.
Eftir stendur mín persónligi spurningur, um vit framhaldandi skulu hoyra um føroyska list á donskum á føroyska tjóðsavninum?
Á heimasíðuni hjá savninum verður upplýst at Listasavn Føroya er ein sjálvognarstovnur og at nevndin er mannað við fýra limum, ið umboða Føroya Landsstýri, tað er formaðurin Niels Christian Nolsøe fyrrverandi stjóri í Elektron; Listafelag Føroya, tað er Árni Winther, arkitektur; Føroysk Myndlistafólk, tað er Ingi Joensen, grafikari, og Tórshavnar Kommunu, tað er Gunvør Balle varaborgarstjóri og forkvinna í Mentanarnevndini. Nevndarlimirnir eru valdir fyri 4 ár og nevndin setur savnsleiðara í 5 ára skeið.