Skip to main content

Fyrsti føroyski filmur í Cannes verður vístur týsdagin


Týsdagin verður føroyski stuttfilmurin Ikki illa meint, sum er ein av trimum Geytavinnarum hjá Andriasi Høgenni, vístur í skránni Semaine de la Critique í Cannes. Hósdagin verða virðislønir handaðar.


Við stuttfilminum Ikki illa meint hevur Andrias Høgenni funnið náði fyri úrvalsnevndini í Cannes, sum á 58. sinni skipar fyri sýningarskránni Semaine de la Critique á einum av heimsins kendastu filmsstevnum, sum 72 ferðir hevur verið hildin í suðurfranska Miðjarðarhavsbýnum. Enska heitið á kappingini, sum franskir filmsummælarar stovnaðu í 1962, er Critics Week. Fyriskipararnir siga, at hvørt ár koma um túsund filmar til serstøku skránna, sum er í somu døgum sum høvuðsskráin á stevnuni. Úr rúgvuni verða valdir í mesta lagi tíggju stuttfilmar og tíggju spælifilmar í fullari longd. Filmarnir skulu umboða nýggj nøvn, antin fyrsta ella annan filmin, ið listafólkini hava gjørt. Encyclopedia Britannica upplýsir at, millum nøvnini, sum fyrstu ferð vóru frammi í hesi skrá eru Bernardo Bertolucci, Leos Carax, Wong Kar-wai, Jacques Audiard, Arnaud Desplechin, Gaspar Noé, François Ozon og Alejandro González Iñárritu, sum í ár er formaður í høvuðsdómsnevndini. Vinnandi filmarnir í Semaine de la Critique fáa virðisløn og kunnu vinna Camera d'Or, Canal+ og Leitz virðislønina, umframt at sleppa víðari til aðrar filmstevnur. Dómsnevndarformaður í stuttfilmsskránni er Ciro Guerra úr Kolumbia.


- I am incredibly thankful for this amazing opportunity, and eternally grateful for the crew that stood behind this little chaotic film, segði Andrias á Facebook tá tað kom fram, at hann var ein av teim tíggju, ið sluppu við.

Íslendski Hvítur, hvítur dagur (Hlynur Pálmasson) fær stak góð ummæli eftir at hava verið sýndur í Semaine de la Critique í Cannes í gjár. Hetta er annar filmur hjá íslendska Hlyni, sum í fjør var við í Geytadómsnevndini. Tað er í somu skrá, Semaine de la Critique, at Andrias Høgenni týsdagin vísur stuttfilmin Ikki illa meint í Miramar biografinum. Hetta er fyrsti føroyski filmur, sum nakrantíð hevur verið sýndur á nakrari skrá á filmstevnuni í Cannes.