Skip to main content

Pollamjørki


Klokkan er seks um morgunin á terrassuni í Tórsbyrgi. Útsýnið er móti Stongini, Eystnesi og Høgoyggj. Tað er Pollamjørki, ternan kemur og álmanakkin sigur eisini, at tað er Halvarðsøka, sum er nevnd eftir norska halgimenninum Hallvarður Vébjörnsson, ið var føddur um ár 1020 og doyði henda dag, 15. mai, í 1043.


Pollamjørki verður umrøddur soleiðis í føroysk-ensku orðabókini hjá Sprotanum: (veðurfr.) Stratus [mist which lies along the sea, in bays and through the valleys, and covers the foot of the mountains while the sky above is clear]

Til arbeiðis bjóðar Rói øllum ís, so sum siður er fyrsta sólskinsdag, og vit lósu í bókini hjá Bárði Oskarssyni um hina Fløtu kaninina, har dagsins bókmentaligi setningur á ritstjóraterrassuni ljóðar: Rottan spyr hundin, um hann kendi fløtu kaninina. - Nja, eg haldi hon býr í nummar 34. Eg havi ikki prátað við hana, men eg havi pissað á portrið har, so vit hava sæst.