Hamlet-myndin omanfyri eru úr nýggja filmin hjá Almodóvar, Pína og Heiður, sum Filmsfelagið sýnir mikudagin 11. september. Men longu 4. september byrjar Filmsfelagið hin virknasta veturin nakrantíð við hesum tiltikna fótbóltsspælara:
Dagin fyri landsdystin móti Svøríki á Tórsvølli, fer Suni Merkistein at innleiða sýningina við nýggja filminum um Maradona. Sýningin er mikudagin 4. september, sum eisini er dagin fyri almennu frumsýningina á okkara leiðum. Leikstjórin, Asif Kapadia, er hin sami, sum gjørdi virðislønta filmin um Amy, sum varð sýndur fyri fullum húsum í Filmsfelagnum í september í 2015, og um rasarakoyraran Senna.
Rebellur, hetja, svindlari og gudur stendur á plakatini fyri nýggja heimildarfilmin um Maradona, sum byggir á fleiri enn 500 tímar av tilfari, sum aldri er sæð áður. Filmurin stillar hvast og nákvæmt á kenda fótbóltsspælaran, men í staðin fyri at lýsa alt úr hendingaríka lívinum hjá Maradona, hevur leikstjórin valt at siga søguna um fortíðina hjá argentinsku legenduni í S.S.C. Napoli árini 1984 til 1991, sum var eitt virkið tíðarskeið hjá Maradona: seks kappingarár, tvey heimsmeistarskap, ein kærleikssøga av skandaluslagnum, eitt barn, kokainnýtsla og samband við mafiuna. Diego Maradona er í dag 58 ára gamal og bretski leikstjórin Asif Kapadia er 46. Fyrsti filmar hann gjørdi kallaðist Seyðatjóvurin (The Sheep Thief, 1997).
Mikudagin 11. september sýnir Filmsfelagið Pínu og heiður (Dolor y gloria), sum er nýggjasti filmur hjá stóra spanska leikstjóranum, Pedro Almodóvar (f.1949). Hann er kendur fyri litríkar søgur, sum um eina leið eru stuttligar og djúpt álvarsamar.
Í nýggja filminum er Antonio Banderas leikstjórin Salvador Mallo. Fyri avrikið fekk hann leikaravirðislønina í Cannes í ár. Fiktivi leikstjórin Mallo, ið ikki er so ólíkur Almodóvar, hevur alt lívið upplivað stóran heiður. Nú er gamla høvuðsverkið tikið fram og skal vísast av nýggjum. Samstundis plágast Mallo av pínu og afturvendandi kensluni av tómleika. Tí hvat hevur ein væleydnað lívsleið at siga, tá restin av lívinum verður hildin uppímóti?
Umframt Banderas síggja vit Penélope Cruz og Julieta Serrano í nýggja filmin hjá Almodóvar, sum hevur enska heitið Pain & Glory, men í Filmsfelagnum verður sýndur við donskum undirteksti og heitinum Smerte og ære.
18/9 Transit (Christian Petzold Týskland 2019 101 min)
Mikudagin 18. september sýnir Filmsfelagið Transit, sum er nýggi filmurin hjá stóra týska leikstóranum Christian Petzold (f.1960). Hann kenna vit frá Phoenix, sum Filmsfelagið vísti í 2015.
Í nýggja filminum, Transit, møta vit jødiska flóttanum Georg, sum er sloppin undan nazistisku ræðslunum í heimlandinum, og nú situr á barr í París. Nú nærkast týska herstyrkin og hann noyðist aftur at flýggja. Hann kemur til Marseille og hevur í viðførinum eina rúgvu av skjølum frá einum kommunistiskum rithøvunda, sum ikki orkaði meir og tók seg av døgum. Í skjølunum eru hjartanemandi brøv frá konu høvundans, eitt innfararloyvi til Meksiko, sum nógv vilja hava, og handritið til eina kontroversiella skaldsøgu, sum ikki er liðug. Georg letur sum um hann er høvundin og ger seg til reiðar at fara úr Evropa, tá hann fer at ivast og rennur seg í røddir úr fortíðini.
Transit fer fram í Marseille í eini tíð, sum hóast greiðu sipingarnar til nazistiska holocaust, ikki er læst føst. Filmurin er hildin í einum anti-søguligum karmi, sum letur áskoðaran sjálvan spinna træðrir til flóttar í fortíð og í dag.
Filmurin Transit byggir á samnevndu skalsøguna, sum týska Anna Seghers (1900-1983) skrivaði í útlegd í Meksiko 1941-42.
25/9 Eg reið mær avstað (Suni Merkistein, KVF 2019 132 min)
"Sorgblíðu countrysangirnir um einsemi og longsul munnu hava borið við eina viðkvæma lind í føroysku fólkasálini longu frá fyrstan tíð, at sangirnir hava verið at hoyrt úti í Norðuratlantshavi. At vit flóna um hjartað av hesum tónleiki er ikki bara tí, at tað er ein søga um eina fremmanda tónleikamentan, sum føroyingar hava funnið aftur og sjálvir eru farnir at tulka, hon varpar eisini ljós á okkara samleika, søgu og tónamentan".
Soleiðis verður sagt í nýggjari stuttrøð um føroyingar og countrytónleik, sum Kringvarp Føroya fer at senda í sjónvarpinum í heyst. Men longu tann 25. september fer Filmsfelagið at frumsýna stuttrøðina "Eg reið mær avstað" sum biograffilm í Havnar Bio. Hetta verður fyrsta royndin í samstarvi millum Filmsfelagið, Kringvarp Føroya og Havnar Bio.
Nýggi heimildarfilmurin, sum Suni Merkistein hevur lagt til rættis, og Rúni Friis Kjær hevur klipt og sett saman, varpar ljós á tvær føroyskar meginútrásir. Greitt verður frá, hvussu føroyskir langfarasjómenn, ið fiskaðu á fjarleiðum fyri á leið seksti árum síðani, fingu tokka til tann amerikanska countrytónleikin, sum teir bóru við sær heim undan Ný Foundlandi. Soleiðis birtist ansurin í Føroyum upprunaliga fyri hesum tónleiki. Hóast countrysiðvenjan man standa sterkari í Føroyum enn í londunum uttan um okkum, gingu kortini fleiri ár til country vaks fram sum ein føroysk tónlistagrein fyri seg.
Og her koma vit til aðru útrásina. Søgan byrjar í 1989 - fyri tretivu árum síðani. Tá fer hin tá 23 ára gamli tónleikaframleiðarin Jákup Zachariassen av sínum eintingum til Nashville. Ørindi hansara eru at vita, um áhugi er á amerikansku countryháborgini fyri føroyska sangaranum Alex Bærendsen. Soleiðis byrjar ein næstan ævintýrlig søga um gávaðar føroyskar amatørar og hitt mæta A-liðið í Nashville.
Í higartil óbrúktum filmsupptøkum fylgja vit Jákupi Zachariassen í upptøkuhølum í Nashville saman við Halli Joensen og Kristinu Bærendsen - tveimum av best umtóktu føroysku countrysangarunum nú á døgum. "Eg reið mær avstað" lýsir í stórum søguna um hesi trý høvuðsnøvnini á føroyska countrypallinum, men í afturliti verður ljós eisini varpað á eitt nú Alex Bærendsen. Tónleikaframleiðarar og countrykennarar - nevnast kunnu Óli Poulsen, Niclas Johannesen og Petur Rouch - greiða frá og bera fram sína hugsan í filminum.
"Eg reið mær avstað" er góðar tveir tímar til longdar, tá hann verður sýndur út í eitt í Filmsfelagnum í Havnar Bio hin 25. september.
Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpinum, fer at innleiða sýningina í Filmsfelagnum.
Lagt til rættis, handrit og upplestur: Suni Merkistein.
Sýningar í Filmsfelagnum eru almennar og krevja ikki limaskap. Atgongumerki fáast við dyrnar og á netinum. Skráin verður kunngjørd á facebookprofilinum hjá Filmsfelagnum og á heimasíðuni hjá Havnar Bio, bio.fo, ovast til høgru, har frámerkið er "Filmsfelagið".