Skip to main content

Avbjóðingar í sambandi við skúlabygging


Undir felags yvirskriftini Nemandi umhvørvi á Altjóða Arkitekturardegnum leygardagin fer Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari, at greiða frá um leiklutir og avbjóðingar hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum í sambandi við skúlabygging.

Frágreiðingin hjá Jenny er partur av trimum fyrilestrum, sum byrja klokkan 14 og eru um skúlar. Formaðurin í Arkitektafelagnum, Svend Sivertsen, sum er á teknistovuni FuglArk, fer at hugleiða undir yvirskriftini Minni serskúlar ella stórir meginskúlar? Síðan fer Kári Dal-Christiansen frá Teknistovuni Kontrast at greiða frá um Tórshavnar Musikkskúla.

Tað er altjóða arkitektafelagsskapurin, The International Union of Architects, sum í 1985 skipaði fyri fyrsta altjóða arkitekturdegnum. Dagurin hevur síðan verið afturvendandi tiltak í fleiri londum á hvørjum ári í oktober mánaða. Arkitekturardagurin í Føroyum verður í ár hildin í Perluni í Havn og er fyriskipaður av Arkitektafelag Føroya. Í Perluni kunnu arkitekturáhugaði gleða seg til fyrilestrar og eina forvitnisliga framsýning, har arkitektar sýna fram hugskot og avrik.

Landsverk hevur tikið lut í hesum tiltøkum gjøgnum árini. Arkitektar haðani hava havt fyrilestrar, skrivað greinar, og hava eisini skipað fyri undirvísing um arkitektur í fólkaskúlanum, sigur Landsverk í tíðindaskrivi.

Teknistovan EYA hevur gjørt plakatina.


Skráin fyri arkitekturardagin 2019 er henda:

Perlan

Kl. 12:30: Framsýningin “Nemandi umhvørvi” letur upp í Perluni.

Kl. 13:00: Formaðurin í Arkitektafelag Føroya, Svend Sivertsen, bjóðar vælkomin.

Kl. 13:05: Borgarstjórin í Tórshavn, Annika Olsen, bjóðar vælkomin og setir arkitekturdagin 2019.

Kl. 14:00: Fyrilestrar:

Minni serskúlar ella stórir meginskúlar? Svend Sivertsen frá teknistovuni FuglArk og formaður í Arkitektafelagnum hugleiðir.

Leiklutir og avbjóðingar hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum í sambandi við skúlabygging. Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, greiðir frá.

Tórshavnar Musikkskúli. Kári Dal-Christiansen frá Teknistovuni Kontrast greiðir frá.

Rundvísingar ymsa staðni í Tórshavn

Kl. 15:15: Tórshavnar Musikkskúli. (Landavegur 84A).
Rundvísing og frágreiðing á staðnum. Kári Dal-Christiansen frá teknistovuni Kontrast greiðir frá.

Kl. 15:15: Skúlin á Fløtum. (Janusargøta 10, oman fyri Musikkskúlan).
Rundvising og frágreiðing á staðnum. Ragnar Zachariassen frá ZETA arkitektar greiðir frá.

Kl. 16:15: Tórshavnar Musikkskúli. (Landavegur 84A).
Rundvísing og frágreiðing á staðnum. Kári Dal-Christiansen frá teknistovuni Kontrast greiðir frá.

Kl. 16:15: Landssjúkrahúsið, nýggi H-bygningurin. (Inngongd niðan fyri sjúkrahúsið).
Rundvísing og frágreiðing á staðnum. Nina A. Arge frá Selmar Nielsen Arkitektar greiðir frá.

Perlan

Kl. 17:45: Perlan: Formaðurin Svend Sivertsen endar arkitekturdagin.

Kl. 18:00: Framsýningin letur aftur.

Tiltakið er alment og ókeypis, og øll eru vælkomin.