Skip to main content

Okkara ábyrgd fyri nýggjum londum


Livir tú nóg leingi, so upplivir tú ivaleyst, at nýggj lond verða til, og at onnur landanøvn fara í gloymskunnar hav. Men aðrar preferansur enn skynsama, kollektiva minnið og altjóða sambond kunnu taka vitið av ræði.

Heilsanin “Næsta ár í Jerúsalem” er á okkara leiðum bara galdandi fyri jødar, sum vit hava fleiri vinasambond við, eisini við braneggjaðum lgbt filmum. Hinvegin er heilsanin ikki á nakran hátt galdandi fyri ella brúkilig hjá palestinum, hóast tjúgu ár eru liðin síðan Arafat segði júst hetta sama í ST háborgini: at fulkomna trygdini fyri varandi friði í Miðeysturi er ein palestinskur statur við Jerúsalem sum høvuðsstaði.

Og hvør veit, kanska fer grøna Írland at gloypa bretska Norðurírlandi, kanska fer Skotland at verða nýggjur limur í ES, og vit fara at sita eftir so nakkalong her norðuri sum einasta distrikt í verðini, ið brúkar danskan valuta.


Nógv vissari enn at Baskaralandið nakrantíð verður eitt land, tykist í løtuni vera at Katalonia ætlar at taka seg úr spanska ríkinum og gerast nýggjasta land í Evropa. Eitt land, hagar vit kunnu flúgva beinleiðis og uppliva við øllum teim vælsignilsum og forbannilsum, ið ein metropolur sum Barcelona kann bjóða okkum ein púra vanligan gerandisdag. So snilt er tað við fólksligari ferðslu innan vinnulig og politisk sambond verða skipað. Fólkið fyrst. Ein roynd varð gjørd við ferju til Skotlands fyri hálvari øld síðan, men hon varð steðgað, tí danskar havnir vóru betri. Helst eru vit tí enn komin so afturhonds stutt á altjóða leið.

Tí er tað gott, at ein politiskur flokkur, sum gamaní er í andstøðu, traðkar í karakter og meldar út í hesum máli.


- Vit løgtingsfólk, leiðsla og umboð fyri politiska flokkin Tjóðveldi í Føroyum, vilja hervið heita á tykkum í sponsku stjórnini um at taka stig til at loysa kreppuna í Katalonia skjótast til ber, sigur flokkurin í enskum brævi til sponsku stjórnina í Madrid. Tjóðveldi mælir til at loysa kreppuna í Katalonia við samrøðu og fólkaræði. Samstundis verður mótmælt, at politikarar og leiðarar eru fongslaðir vegna eina fólkaræðisliga fólkaatkvøðu.

- Vit vilja øll hava eitt Evropa, har sterkt fólkaræði, talufrælsi og rætturin til at savnast og mótmæla, eru galdandi. Vit vilja eisini øll, at kreppur verða loystar við samrøðu. Tí alternativið kenna vit - og tað vilja vit ikki hava, sigur Tjóðveldi.

- Vit mótmæla staðiliga fongsling av fólkum, ið við fólkaræðisligum amboðum stríðast fyri sjálvsavgerðarrætti, samrøðu og fólkaræði. Eins og “UN Group on Arbitrary Detention” og “Amnesty International” fara vit at heita á tykkum at leyslata katalansku politisku fangarnar beinanvegin.
Einasti vegurin fram - og vegurin til loysn á kreppuni í Katalonia - eru samrøða og fólkaræði. Vit vilja tí heita á tykkum um sum skjótast at fara undir veruliga samrøðu um loysnir, ið eru grundaðar á javnbjóðis virðing og fólkaræði - til gagns fyri alt fólkið í Katalonia og Spania - og Evropa sum heild".

Vinnulívsmaðurin, Johan Mortensen, vil hava almennu Føroyar við landstýrismanninum í uttanríksmálum, Jenisi av Rana, at stuðla Katalonia og mótmæla nýggju gongdini.

- Spania er ein av okkara stóru útflutningsmarknaðum og Katalonia er sera væl umtókt ferðamál hjá føroyingum. Spania er eitt áhugavert og gott land, men tíanverri við einum nú sitandi sera harðrendum stýri, sum ikki vil góðtaka ynski hjá Katalonia um sjálvstýri, hóast demokratiskur meiriluti er fyri hesum.

Katalonia biður í dag um alheims hjálp við at mótmæla yvirfyri sponsku stjórnini at 9 ósekir, fongslaðir katalanskir politikarir hava fingið næstan 100 ára fongulsdóm. Hesir dómar eru eitt óhoyrt brot á øll mannarættindi.

Eg heiti á nýggja uttanríkisráðharra okkara, Jenis av Rana, um Føroya vegna at senda mótmæli til sponsku stjórnina. Føroyar eru ein kristin tjóð, vit byggja á tey kristnu virðini og vit hava skyldu at verja tey, sum eru fyri órætti og átala har sum órættur verður framdur.

Hóast Føroyar eru lítlar á altjóða pallum so hava vit eina rødd og moralskan rætt at mótmæla, tá ósek fólk verða tveitt í fongsul.

Íslendingar sýndu dirvi, tá teir á sinni lótu Bobby Fisher búseta seg í Íslandi. Latum okkum sýna sama dirvi og bjóða Puigdemont politiskt friðskjól í Føroyum, sigur Johan Mortensen at enda í boðum til miðlarnar í dag.