Skip to main content

Setið prís uppá nissurnar


Myndasnildi starvsfelagin, Árni, tók hesa heystgráu portrettmyndina aftur við morgunkaffinum, beint sum vit høvdu sungið um regn og aftur regn í meistarligu lýsingini hjá Mikkjali á Ryggi, har hann knýtir menniskjað afturat náttúruni hesa ársins tíð, nú eggin er so brúnasíð og alt er grátt um hav og ský.

Jú, tað er heyst. Heyst um allan heysin.

Orsøkin til kjakevnið afturvið kaffinum var morgunprátið í Útvarpinum um at retusjera myndir. Ein kvinnuligur fotografur, Sunrid í Gong, var í sendistovuni og segði, at persónliga ynskið um retusjering var so útbreitt og vanligt, at hon mintist bara eina ferð í tey ellivu ár, hon hevði virkað sum fotografur, at foreldur høvdu biðið hana um ikki at retusjera eina mynd, har teirra barn var á.

Hetta við at retusjera myndir er blivið eitt stórt evni á lørifti og skermi, eftir at Netflix við talgildari de-aging tøkni hevur fíggjað nýggja mafiafilmin hjá Scorsese The Irishman, sum London Film Festival júst hevur víst fyri fyrstu ferð í Evropa.

Ikki tí, at vísa henda filmin merkir bara, at tú heldur við Netflixliðnum og ikki við biografliðnum. Dittar tú tær at vísa filmin, so verður tú koyrdur úr felagsskapinum, tí hatta er ikki ein biograffilmur, sigur peikifingurin, og peikar moraliserandi eftir heimaskerminum, ið øll hava sum eitt altar í stovuni. Júst har, á húsaltarinum, verður tí einasta høvið at síggja hálvan fjórða tíma drúgva The Irishman í Føroyum. Tað er frá mikudegnum 27. november.

Samstundis merkir tað, at leikararnir De Niro og Pacino og leikstjórin Scorsese, sum longu eiga mest sum alla hevd á filmiska mafiaøkinum, nú eisini tryggja sær hevdina aftureftir við teimum gomlu, sum fyrr vóru yngri. Tað er sum Frændur, ið sambært Pipari og Salt høvdu so stóra ávirkan, at teir ávirkaðu Beatles aftureftir.

Og mín sann um ikki fólk í Avstralia á fimta ári hava ein vertikalan filmfestival í jóladøgunum. Nú er at ansa sær, skal ikki alt verða tað bera uppistandsskemt, bara fyri ikki at leggja seg skerflatan fyri øllum, sum rekst uppá land.

Tann tankin kom til mín í Bónus, hinumegin vegin.

Har seta tey prís upp á nissurnar. Tað eiga vit eisini at gera. Seta prís uppá nissurnar hesa ársins tíð. Dagsprísurin í Bónus er 995,00 kr. Tað er fyri uppistandsversjónina.