Meir enn eina fjórðings milliard til ungdómsútvarp í fýra ár. Tað er upphæddin, sum talgilda danska útvarpsstøðin Loud fekk í gjár. Støðin er ikki til enn, so eingin kennir til hennara stamina og leveringsdygtigheit, men hon hevur í kapping við tvær aðrar støðir fingið risastóru játtanina til at byrja um eitt hálvt ár.
Afturfyri skal útvarpsstøðin 24/7 sløkkja í næstu viku og gevast eftir átta árum við nýskapandi útvarpi har í landinum.
Landinum, haðani vit fáa øll tíðindi, landinum, sum er hundrað ferðir størri enn vit, og sum vit tí spegla okkum í, landið sum uppá gott og ilt er prentað á okkara nakka og pannu, bara vit opna ein miðil. Tað er til gerandis okkara avbjóðing.
Her heima sæst ein feril av hesum átaki aftur í sendingini Pressan, sum Kringvarpið á egnum frekvensi hevur útveitt, so onnur fólk, enn tey, sum eru har í húsinum, sleppa at gera tilfarið.
Útveiting av public service fyri almennar pengar, skattapengar, sum tú og eg rinda her í landinum, uttan at teir, pengarnir, verða sendir av landinum, venda á einum donskum kontóri og verða sendir okkum aftur eftir umsókn, sum eini rættindafelagsskapurin hevur sannført okkum um at tað er rættast at gera. Í nógv størri mun verða nógv størri upphæddir sendar av landinum, ístaðin fyri at virka og skapa avkast og innovatión her í landinum. Men tað er ein onnur søga.
Heimliga sendingin Pressan riggar fínt, og er eitt gott dømi um almenna viljan at slóða fyri góðum útvarpi. Tí útvarpsland eru vit burturav, tað er mítt uppáhald. Hóast hetta er sendingin eindømi um varandi og afturvendandi talusending við einum greiðum profili á útvarpsskránni.
Sama er galdandi fyri hálv- og heilalmennar mentanarstovnar, ið hava upplivingar av palli og veggi sum endamál, og so eitt sindur av bilettsølu. Ikki at teir eru so góðir og nær námindi leveringsdygtigir, hesir mentanarstovnar, men við okkara skattapengum rinda vit eisini fyri teir, summar meir og summar minni, eins og vit gera tá strandferðsluskipini og bussarnir sigla og koyra við fáum til støð, har færri búgva, fyri at halda fast í eini veitingarskipan, sum skal møta og tæna øllum í einum kollektivum samfelag.
Tað, sum er interessant í hesum talgilda danska útvarpsátaki er annan vegin komandi arbeiðstakarin, sum nú bjóðar sær til, og sum eisini er málbólkurin sjálvur, ungdómurin, sum talgildi útvarpsmiðilin burturav vil dyrka frá fyrsta apríl næsta ár. Fyri 70 almennar milliónir um árið í fýra ár á rað.
Tað, sum hinvegin er minst líka interessant, er samstarvið við almennar mentanarstovnar sum Tjóðsavnið, eksperimenterandi spælistøð og privatar konsertfyrireikarar sum Roskilde festivalin.
Avsendarin á umsóknini kallar seg Kulturradio Danmark A/S, sum eigur útvarpsstøðina Loud, sum enn bara eru tankar.
Sama kundu vit gjørt, við danska lærumeistaranum í huga. Enduruppfinna Røddina, eina talgilda ungdómsútvarpsstøð, sum samstarvaði við menatanarstovnar og vakti teir úr dvala við at kroysta teir út í mikrofonina, og varisliga royndi at nærkast konsert- og eventfyrireikarum uttan at tey renna av stað við mikrofonini.
Danmarks Radio hevur fingið innlit í umsóknina og kann avdúka, at hóast talan er um “talu-radio” hevur spælistaðið Vega bundið seg til at gera fýra tímar um vikuna við nýggjum heimligum tónleikanøvnum, og at tónleikaleiðarin og programmleiðarin einaferð um vikuna skulu spæla tann tónleik, sum konsertirnar á hesum spælistaðnum byggja á. Og við spælistað skilst altso privatkapitalistiskan bilettbundnan aktivitet á palli, og ikki á skattafiggjaðum spælistaði, sum vit kenna tað úr Gundadali og úti um landið.
Útvarpsstjórin, Ann Lykke Davidsen, sum sæst omanfyri, vísir aftur øllum tankum og ákærum um at útvarpsstøðin Loud fer at verða í lummanum hjá samstarvspørtunum, sum skipa fyri lokalútvarpi, framsýningum, sjónleiki og tónleiki.
Høvið, at lata júst tey, sum als ikki lurta eftir útvarpi, sleppa at definera og gera útvarp eftir egnum høvdi fyri almennar pengar, er fyrimyndarligt og framúr. Tað kunnu vit læra nógv av. Og mentanarstovnarnir kunnu medvirka í eini nýggjar ringrás, sum bara er positiv, tað eg dugi at síggja.
Skuldi nakar ivast, so er tað útvarp, sum er framtíðin.