Koyrir tú eftir Norðara Ringvegnum í Havn í dag, so sært tú í fartinum nakrar hvítar krossar í bønum frammanfyri Norðurlandahúsinum.
Teir standa rætt sum í einum gomlum kirkjugarði, eitt sindur ymiskir í vinkli, tí lendið og túgvurnar eru jú so ymiskar, men allir eru teir hvítir og í sama sniði, stødd og profili.
Ein elligamal føroyskur kirkjugarðssiður er fluttur inn á økið hjá Føroya fremsta mentanarhúsi, Norðurlandahúsinum. Hvat er hetta fyri nakað, spyrja bilførarar og passasjerar, sum aka framvið í morgunkuldanum, nú eitt følv legðist á breytina. Eru hetta ávaringar um ferð og ferðsludeyða?
Havi ongan spurt, men eg haldi meg vita sum amen í gravarkirkjuni, at hetta er ein forlongdur armur, ein røst úr grøvini um tú vilt, frá marknaðardeildini hjá Shakespeareleikinum Hamlet, sum Hans Tórgarð hevur týtt av nýggjum, og sum verður frumframførdur sum ein ektað føroysk jarðarferð í øllum Norðurlandahúsinum í ovurmorgin. Bilettsølan sigst ganga væl.
Undirvísingarsíðan Snar hevur eina temasíðu um leikin, har Marianna Hoydal hevur gjørt undirvísingartilfar at brúka í føroyskum á miðnámi og í elstu flokkunum í fólkaskúlanum. Har verður eisini víst til eina aðra temasíðu um Shakespeare og, hvat hann er so kendur fyri øll hesi meir enn 400 árini.
Ein genial marknaðarføring, sum skakar í almenna rúminum í morgun, ristir okkum og ger okkum forvitin at frætta, hvat hetta er fyri nakað, óansæð hvussu grafiski larmurin er frammanundan við talvum og kassum í hesum opna ferðslurúmi. Lendislist sum marknaðarføring. Tað er genialt.