Skip to main content

Dagsins bók


Dagsins bók, er hon, sum Jóan Pauli Joensen greiddi frá um í almannavarpinum í morgun. Hann skal ritstjórna eini føroyskari útgávu, sum skal gevast út á føroyskum, donskum og enskum og í talgildum líki.

Síðan eg rendi meg í hana á einum antikvariati á Vesturbrúgv í Keypmannahavn, hevur hon staðið komplett á bókahillini sum eitt møbilstykki, Trap Danmark, í útgávu frá 1930, tá Gunnar Knudsen í Charlottenlund og E. Weitemeyer, høvdu brúkt 11 ár til ritstjórnararbeiði av hesum níggjunda bindi av tilsamans tíggju. Tað siga teir í fororðunum.

Eisini verður sagt at Færø Amt parturin, sum er í hesum bindi, í bókstavarøð fekk stuðul frá Gunnar Dam, Anton Degn, Geodætisk Institut, M.A. Jacobsen, Ejnar Knudsen, Alfred Larsen, Poul Nørlund, D.P. Otzen, Hj. Ringberg, A.C.A. Strubberg og Vandbygningsvæsenet.

Sagt verður ikki hvør hevur bundið inn. 90 ár seinni haldi eg at tað er flottasta avrikið.

Tað sigur nokkso nógv um fyribrigdi bók, ikki minst leksikon, og so um netstøð sum Wikipedia, sum ikki hava eitt handgrípiligt estetiskt bókaúttrykk, men heldur eru søvn við vitan, sum altíð verða dagførd og ongantíð prentað.