Skip to main content

Staðleysa tjóðleikhúsið


“Hví skulu vit hava eitt nýtt tjóðleikhús”, spyr útvarpsmaðurin verandi stjóran á Tjóðpallinum í høvuðsstaðnum í gjár. Stjórin svarar, men útvarpsmaðurin er ikki nøgdur og spyr lurtarans vegna uppaftur: “Hvat er tað, vit skulu hava?”

Um tað er so, at eg eri ein av lurtarunum í huganum hjá útvarpsmanninum, so umhugsi eg at skifta navn til Rindal.

Landstýrismaðurin við mentamálum verður í somu sending eisini spurdur um ein tjóðpall. Og eg má siga, at í hesum føri havi eg ikki hoyrt betri funderaðan og lurtaravinarligari politikara á mentaøkinum enn tað sama.

Men útvarpsmaðurin, mín talsmaður, er spurin og spyr, um tað skal vera í Havn. Aftur her er landstýrismaðurin fyrimyndarliga væl ílætin at svara.

Men so koppar tað líkasum á, kanska tí at útvarpsmaðurin ikki er nøgdur við harmoniska svarið. Her má ruskast í onkrum.

Hann rennir seg á kav í tíðindasavninum í egna útvarpinum, tí sum er av head line brátíðindaslagnum, har ein runavíkingur og ein sjónleikari, sum eg ikki havi sæð á palli í fleiri ár, eru samdir um at fortelja føroyingum, at vit skulu slettis ikki hava ein fleirhundraðmilliónasjónleikapall í Havn.

Eg eri enn paff av hasum lokalkampanjuhøvðustíðindunum herfyri.

Útvarpsmaðurin er heldur ikki komin yvir skelkin og spyr uppaftur í gjár, ikki sørt tortrúgvin, um Skálatrøð er ein treyt, og um ikki hatta við akkurát Skálatrøð ikki er blivið eitt sindur kontroversielt eftirhondini. Spyr hann, ikki sørt leiðandi ein fattan landstýrismann, sum kundi dotti í grøvina, men ikki letur seg taka av fótum.

Samstundis sum eg eri fegin um politiska og fyrisitingarliga prátið um ein tjóðpall, ið hevur verið ávegis og prinsipielt staðsettur uttan himpr í áratíggju, eri eg samstundis skakaður, djúpt skakaður, av teirri meinfýsnu tortrúgv, sum útvarpsmenn eru befongdir við í hesum máli. Djúpt skakaður.

Hava teir bátapláss við Skálatrøð, ella eiga teir ein bøkk í sprongda berginum?

Tí enn gera vit rokning uttan vert. So púrasta.

Enn er einki hús teknað. Enn hevur eingin arkitektakapping verið. Enn er einki játtað til projektering og bygging. Enn er einki, einki einki, uttan mótstøða. Ein siglívað mótstøða, sum gongur ørindi fyri, ja kanska ein aldargamlan handil niðri í býnum, sum sigur seg ikki kunna selja seym uttan 220 kommunal parkeringspláss uttanfyri.

Kanska er tað bæði banahøgg og náðiskot fyri eina glasiliga ætlan, sum fyrr var so góð í einum miðbýi, sum fyrr var so góður.

Men kanska er tað rættast at koyra alt í ein miðbýarposa, rista væl, og stoyta úr aftur.

Tá kundi komið fyri ein dag, at peningasterkastu skrivstovuveldini sita á óneyðuga mongum ognum, sum kundu verið liviligar og lívskapandi íbúðir hjá barnafamiljum uttan parkeringspláss, samstundis sum skrivstovuveldini eiga aðrar rúmligar ognir í útrýðjuni av býnum, við eins mongum parkeringsplássum, sum til gerandis leggja býin brakk.

Eitt uppskot, sum ikki hevur verið ónevnt hesi áratíggju, er at keypt meinigheitina út úr Ebenezer og bjóðað teimum ein uppíbygning til Lívdina í Hoyvík, ella ein frítt standandi annan bygning, sum er har, ið flest fólk búseta seg. Kommunan og mentamálaráðið betala alt, og sleppa afturfyri at flyta inn í Ebenezer, sum Palli Gregoriussen teknaði saman við Kristoffer Kristoffersen.

"Ein stoyptur bygningur við fyrimyndum bæði í nýklassisismu og art deco", sum sagt verður í Býaratlasinum frá 2007. Bygningurin varð liðugur í 1963 og liðugt umvældur í 2006.

Hvat tá?