Onkuntíð brúka vit frámerkið vitanarsamfelagið, sum um vitan er eitt nýtt samfelagsligt fyribrigdi og ikki var til fyrr, vitanin.
Wikipedia fekk meg at venda hesum tanka eina ferð eyka í morgun. Orsøkin er, at nú eru ikki færri enn 6 milliónir greinar at finna á ensku Wikipedia.
Tað var í gjár, at høvundurin Rosiestep skrivaði eina grein um eina kanadiska lærarinnu í 19. øld, sum eg einki visti um. Tað var grein nummar 6 millión.
Hvat er vitan? Hvør nytta er í henni, vitanini, og hvat gagn hevur tú sum brúkari av vitanini um eitt ávíst evni til eitt ávíst høvið? Og er vitan eitt definitivt fyribrigdi, sum ikki er til diskussión, men bara er dosering niður í høvdið á næminginum, um hon yvirhøvur er atkomulig, vitanin? Ella er hon innilæst í einum okkultum munkakleystri fyri vaksin, har bara tey skriftlærdu, ið hava rætta lykilin, sleppa inn at lesa og ogna sær vitanina? Og krevur hon hald fyri at verða umsetilig, vitanin, eitt peningaligt hald, ið føðir eina merkantila algoritmu, sum tekur og leggur undir seg allan heimamarknaðin, har vitan fyrr varð deild á móðurmálinum fyri einki mitt á Vaglinum?
Í veruliga lívinum er tað langt síðan, at eg sá eina prentaða alfrøði, forferdiliga langt síðan. Kanska fjøruti ár. Serliga tá umræður livandi personar, sum bráddliga ikki eru livandi longur. Hvørjir vóru teir, persónarnir, hvat løgdu teir afturat menniskjavarðanum síðan mentasólin fyrstu ferð dagaði í havsbrúnni og fyri fyrstu ferð fór at kasta langar skuggar, mentanarsólin, hvussu nógv sást tá eftir, og hvar er tað til skjals?
Meðan altjóða Wikipedia er blivin ein vitanarrisi og ótømandi kelda, tosa heimligir dvørgablaðsútgevarar og aðrir dvørgavitanarfabrikantar í Morgunútvarpinum um avreiðingar í Klaksvík mótvegis kaffelatte í Havn. Teir halda tað vera stuttligt og samfelagsgagnligt í føroyska vitanarsamfelagnum. Neyvan hugsa teir, at teir kynda uppundir og halda lív í brennandi kyndlinum, sum er einki annað enn niðurbræðing av almennari vitan og aktivari vitanarframleiðslu, sum teir sjálvir siga seg hava sum livibreyð og vilja hava almennan stuðul til.
Nei, okkum tørvar eina effektivari føroyska Wikipedia.
Gamaní, hon er har við 13.290 føroyskum greinum. Men tað skuldi í stundini verið eitt landsfevnandi átak at økt, dagført og støðugt bøtt um føroyskar greinar á Wikipedia. Eitt átak, sum byrjar, og er uttan íhald. Tað er vegurin fram undir vitanarsólini, nú dagarnir leingjast og sólin ikki longur firnast á síni ferð.
Gott vikuskifti á Wikipedia og alla aðra staðni í heimi.