Fyri seks árum síðan fór Michelin undir eina egna norðurlendska guide The Michelin Guide Nordic Countries. Klokkan fýra seinrapartin í dag er átakið fyrstu ferð í Noregi, tá Ólavshøllin í Tróndheimi er karmur um nýggju stjørnurnar og allar stjørnubroytingar á norðurlendskum Michelin matstovum.
Tað upplýsir Næringsforeningen i Trondheimsregionen, NIT, har Michelinstjørnumatstovurnar Fagn og Credo eru. Seinna matstovan fekk eisini bærekraftsprisen í fjør. Júst burðardygd er ein nýggj skipan hjá Michelin.
Føroyska matstovan Koks hevur fyrr fingið bæði eina og tvær Michelin stjørnur. Í dag verður kunngjørt, um Michelin heldur, at nøkur broyting skal gerast í føroysku gastronomisku stjørnustøðuni.
Danski bloggarin Rasmus Palsgård hevur nógv boð og nógvar tankar um norðurlendskar Michelin stjørnur, sum hann samanumtikið heldur vera ov nógvar, hóast hann ikki heldur at nøkur matstova fer at missa stjørnur. Føroyar eru tó ikki við í metingunum hjá Rasmusi Palsgård á blogginum Feinschmeckeren.
Til ber at fylgja við á altjóða Facebooksíðuni hjá Michelin í dag frá klokkan 16.
NIT boðar frá at limir kunnu fylgja við gastronomisku gongdini í beinleiðis sending úr Ólavshøllini í Tróndheimi í dag frá klokkan 16 okkara tíð og trý korter fram.