Skip to main content

Robert M. Goodman er gestadómari



Amerikanski Robert M. Goodman, sum hevur meir enn 30 ára royndir úr filmsvinnuni, verður innboðni dómarin í Geytadómsnevndini leygardagin. Orsøkin er, at konan, Anita Reher, sum er stjóri í Nordisk Panorama, hevur fingið forfall.

Maðurin, Robert M. Goodman, hevur verið í uppskoti at vinna Emmy-virðislønina, hann er leikstjóri, fotografur, framleiðari og høvundur. Og so hevur hann arbeitt við øllum sløgum av filmi heilt frá turrisligum heimildarfilmi til tølandi lýsingafilm.

Innan Robert flutti til Danmarkar at búgva, var hann professari á The Art Institute of Philadelphia. Har undirvísti hann í níggju ár í filmsgerð, filmmaking.

Goodman fer eisini at greiða frá um Nordisk Panorama, har Anita Reher er stjóri.

Fríggjadagin 14. februar kl 16:30-18:00 fer Tina í Dali Wagner, stjóri í Filmshúsinum, at tosa við Robert M. Goodman um Nordisk Panorama og vísa klipp frá festivalinum. Prátið verður á enskum í Norðurlandahúsinum og er ókeypis fyri fólk, sum koma í húsið at lurta.

Úr Føroyum hava trý filmsfólk søkt um at sleppa við á Nordisk Panorama. Festivalurin varir seks dagar, er í Malmö í september, og fevnir um heimildarfilm og stuttfilm. Tey trý føroysku filmsfólkini eru Julia í Kálvalíð, Katrin Næs Joensen og Gudmund Helmsdal Nielsen. Tað upplýsir Filmshúsið.

Leygardagin 15. februar frá morgunstundini og dagin á tamb er Robert M. Goodman partur av Geytadómsnevndini, sum hvørt ár arbeiðir con amore at fyriskipa Geytatiltakið og at meta um innkomnar filmar.

Leygardagin fer nevndin enn einaferð at hyggja eftir og endaliga at meta um úrvaldu filmarnar, sum eru við í Geytakappingini 2020 og kappingini at vinna sjálvan Geytan, sum Runavíkar kommuna letur og borgarstjórin Tórbjørn Jacobsen fer at handa.

Vinnarin verður kunngjørdur leygarkvøldið í Norðurlandahúsinum, tá eisini Áskoðaravirðislønin, sum Tórshavnar kommuna letur, verður handað í høllini, har 404 sitipláss eru. Uppteljingin verður gjørd við Sona-appini hjá Føroya Tele.

Atgongumerkjasølan í Norðurlandahúsinum upplýsir, at útselt er til Geytakvøldið. Eins og undanfarin ár er Finnur Koba vertur.