Skip to main content

Kringvarp av fyrstu parkett


Kringvarpið av fyrstu parkett, bæði í útvarpi og sjónvarpi, tað havi eg ikki roynt í mong ár. Men í dag varð tað.

Og tó byrjaði tað við eini fyriboðan í gjárkvøldið, tá danski forsætisráðharrin, Mette Fredriksen, hevði eina statesman røðu, sum fekk meg at støðga á, hóast eg var á veg í biograf at síggja nýggja danska terrorfilmin Krudttønden.

Heimliga støðan, mest sum undantaksstøða, gav filminum ein brodd, sum gjørdi hann autentiskt viðkomandi millum Charlie Hebdo í París og hendingina í Keypmannahavn fyri bara fimm árum síðan. Tí vóru vónir og væntanir til løgmansrøðuna til fólkið í morgun sera stórar.

Men innan vit komu so langt, skuldu vit dragast gjøgnum morgunprát í útvarpinum um Tattoo Óla í Nýhavnini, sum kundi halda fram, tað var einasta prát fyri klokkan átta, og eitt illusoriskt prát um eina framsýning ella ráðstevnu um dálking, sum ikki bleiv í grannahúsinum.

Sindur mattur, ófokuseraður og lítið viðkomandi tómgangsmorgun í útvarpinum, munin verri enn tað, eg plagi at gáa um, tá varpið stendur frá. Ella væntaði eg bara meir.

Men so nærkaðust vit okkum klokkan tíggju og løgmansrøðuni til fólkið. Og tá átti sjónvarpið restina av degnum, heilt út á kvøldið.

So heimliga funderað sjónvarp havi eg ikki upplivað fyrr. Má siga, at hetta varð dagurin, har sjónvarpið, sum kom so skeivt í verðina, bleiv føroyskt. Tað hevur útvarpið altíð verið, men aldri áður havi eg varnast, at okkara sjóvarp er blivið føroyskt. Føroyskt í øllum liðum.


Havi fyrr í vikuni varnast at John Johannesen hevur sitið við heimasíðuni hjá Kringvarpinum og dagført, sum sæst á myndini hjá Bjarna Árting Rubeksen omanfyri. Tað hevur verið avgjørt veikasta síðan hjá Kringvarpinum, heimasíðan, og so títtleikin og relevansurin, sum um vikuskiftini púra fellir burtur, og annars er ógvuliga ójøvn, fyri ikki at siga tilvildarlig, alt eftir hvør hevur vakt ella traðkar í karakter og ofrar seg fyri eitt smámál ella ein heimstað, sum púrt einki hevur við eitt tíðindaflow av public service slagnum at gera.

Meðan tíðindafundurin hjá løgmanni og øllum teimum er í Tinganesi, laivbloggar Jón Brian Hvidtfelt frá fundinum. Tað sæst, at hann er vandin fundarskrivari, sum hevur eygað og fingur fyri tí, sum hevur týdning. Á denn tænasta. Og eg meini tað, tí eg havi aldri verið so ovfarin av so væl fyrireikaðari miðling í Kringvarpinum í øllum liðum.

Heimasíðan verður skjótt og væl dagførd við brúkaranum í fokus, avmáldum teksti til hvørt endamál og góðum matchandi nýtiknum myndum. Betri public service verður tað ikki á hesum palli, heimasíðuni.

Út á dagin er heilsufremjandi ítróttin í fokus, og tann likamligi missur, nú hon er útsett og kann henda avlýst, ítróttin. Gremjanin um likamliga forfallið er so graverandi djúptøkin, at kallað er til neyðfund. Men tá spurt verður um ítróttarligu avleiðingarnar, nú brúnasíðir menn ikki sleppa at sparka bólt, er einasta svar: mistar inntøkur. MISTAR INNTØKUR. Ógiligar avleiðingar fyri Christian og FIFA. Og eg sum helt, at fótbóltur fyri menn var ein ítrótt, sum kommunan av heilsuligum ávum spýtti nógvan, øgiliga nógvan, kommunalan skattapening í. Men gakk, tað er bara pengar tað snýr seg um. Akkurát sum cruise skipini. Bara pengar. Men hvussu nógvar, tað fekk eg ikki at vita. Heldur ikki frá Tobba í Runavík, sum Marjun tráspurdi.


Stjørnan allan dagin, sjónvarpsstjørnan í zenit, var John Johannessen. Fyri tað fyrsta má eg siga, at hann riggar so væl í hesum leikluti sum sjónvarpsvertur, at eg vildi ikki betonkt meg við at type casta hann til eina nýinnspæling av The Graduate í leiklutinum sum Dustin Hoffmann, ella sum George Clooney í eini skarpari nýinnspæling av Syriana. Hann hevur star quality, John. Framtóning, figurur, rødd og so tær ævigu rørslurnar við hondini, sum allir sjónvarpsvertir, serliga menn, hava so trupult við, tær hevur John funnið og gjørt til sínar egnu, handarørslurnar.


Barbara Holm, sum sæst í ørsmáum løtum, m.a. tá hon setur nærgangandi og vælundirbygdar spurningar í Tinganesi, hevur somu dygdir. Tey tykjast vera eitt gott sjónvarpstíðindatoymi, John og Barbara, tí hetta kollektiva úrslit havi eg ikki sæð fyrr í føroyskum sjónvarpi.

Myndafólkini hava eisini ein stuttligan studiomøguleika at avmaska myndina, so hon er við ella uttan tær eyðsýndu reyðu duck feets undur báðum talarstólunum.


Og so kemur eitt enn størri frambrot í søgu sjónvarpsins: coronavirus til børn.


Eisini her blendar hann inn, púra seamless.


Barnaredaktiónin hevur við vitan og spælandi forvitni leikað seg inn í hugan hjá ørkymlaða barninum í hesum ófrættakendu koronadøgum. Vitan er ikki deyð vitan, sum verður doserað niður í høvdið, nei vitan er ein kelda til undran um Kina og flogmýs og reinføri - og at skilja umhugsni og fyrivarni, har vit lofta hinum. Ikki bara ommum og abbum á ellisheimi, nei eisini javnaldrum her og nú, sum ikki tola at blíva smittað, tí tey eru veik. Soleiðis er tað. Henda søgan gekk beint inn. Hon brendi í gjøgnum og skapti vitan, sum helst svarar til fleiri skúlaár. Í hvussu er í livfrøði. Nemandi gott. Identifiserandi gott.


Og nú kom tulkmálstýddi tíðindafundurin hjá løgmanni í morgun aftur, hesu ferð enntá við teksti. Ringast kláraðu tey í Tinganesi seg á tíðindfundinum, og eins illa kláraðu tey frá Atlantsflogi seg í hesum Kringvarpsdegi. Einsamalli stjórin í Smyril Line klárði seg framúr hóast eg bara hoyrdi hann í telefon og hann tyktist mær vera eitt sindur tungur fyri málinum. Allíkavæl kláraði hann seg einsamallur munin betri enn liðið hjá teimum í Tinganesi og Atlantsflogi, sum í báðum førum hava fleiri professionell spuna- og miðlafólk.

Hetta var dagurin tá sjónvarpið hjá Kringvarpinum bleiv føroyskt og tænti øllum.

Hurrá og til lukku - dream team KvF!