Skip to main content

Móðurmálsdagin: Ábyrgd


Móðurmálsdagin skrivar leikstjórin, Katrin Joensen-Næs, soleiðis um egna filmin Ábyrgd, sum skuldi havt verið frumsýndur í Filmsfelagnum í kvøld, men er útsettur í óvissa tíð, tí biografurin er stongdur av vanda fyri koronusmittu:

Filmur hevur altíð havt ein stóran týdning í mínum lívið, sum fer langt út um undirhald. Tá eg hyggi eftir einum filmi, verða míni sjónarmið víðkað og míni evni, at seta meg inn í støðurnar hjá mínum medmenniskjum, betur.


Søgan, ið vit vilja siga, er um, hvussu tað er at vera avvarðandi at sálarliga sjúkum. Eg havi sæð nógvar filmar, ið snúgva seg um sálarliga sjúk, men tá hevur tann avvarðandi aloftast hjáleiklutin. Eg saknaði ein film, har støðan hjá tí avvarðandi er høvuðskonfliktin.


Ábyrgd snýr seg í stuttum um Ró, eina unga gentu, sum hevur ein sálarliga sjúka mammu. Mamman brúkar Ró sum heilivág, og má hava Ró hjá sær alt døgnið. Tá ið Ró fer undir at taka koyrikortið, verður hon drigin at frísku luftini og orkar ikki aftur til køvandi heimið. Hon byrjar at raðfesta seg sjálva, hóast tað merkir, at mamman verður verri og verri fyri.

Afturat at fortelja søguna hjá teimum avvarðandi, vil Ábyrgd eisini vera við at gera upp við generellu misskiljingina at ”einki hendir í Føroyum”. Vit føroyingar eru ógviliga hepnir, at tað er trygt at ganga úti á gøtuni, men okkara søgur fara fram handan goymdar dýr. Har búgva menniskju, ið bera sama óndskap og kærleika, egoismu, ósjálvsøkni og sjúkligheit, sum eru alla aðra staðni í heiminum.

Hendan søgan hevur íblástur úr veruligum søgum, ið eru farnar fram í Føroyum, og hon stendur sum eitt sterkt dømi um óhugsandi veruleikar, sum ganga fyri seg handan goymdar dyr í okkara ”óseka” móðurlandi.

Grundað á hesar tankarnar, var tað ongantíð eitt ivamál um Ábyrgd skuldi skrivast á føroyskum og fara fram í Føroyum. Eg haldi, vit hava nógvar áhugaverdar søgur, og síggi týdningin og virðið í at fortelja tær. Eg gleði meg longu at fara undir næstu søguna, tá hesin filmurin er sloppin úr karantenu.

Vinarliga Katrin ❤️